Møguleiki fyri størri avkasti
Tað er ikki líka mikið, hvar tú hevur tína pensjónssamansparing standandi. Títt val av pensjónsveitara hevur stóra ávirkan á, hvussu nógv tú fært burtur úr tíni samansparing.
Tað kann vera eitt gott hugskot at seta sína pensjónssamansparing ella part av henni í virðisbrøv, tí at hetta kann geva eitt størri avkast enn innistandandi á kontu. Á talvuni niðanfyri sæst, hvat avkastið av pensjónsrøktini hjá einum miðal kunda í BankNordik hevur verið seinastu árini.
Avkast
2015 |
2016 | 2017 | 2018 | 2019 | 2020 |
2021 2022 2023 (ÁTD) |
Avkast síðani 2014 |
9,20% |
4,14% | 5,97% | -3,21% | 13,04% | 1,50% | 10,76% -14,50% 3,87% | 32,12% |
Talan er um nettoavkastið, tað vil siga avkastið aftan á, at kostnaðurin til íløgufeløg og bankan er rindaður. Avkastið er vegleiðandi. Avkastið kann vera ymiskt frá kunda til kunda alt eftir upphædd, inngjaldi o.a.
Greitt yvirlit í Netbankanum
Sum kundi hjá okkum hevur tú tann fyrimunin, at tú neyvt kanst fylgja við tínum íløgum. Í Netbankanum og í Netbankanum sum app kanst tú:
- Fylgja við gongdini alt samdøgrið
- Síggja avkastið av tínum íløgum, kostnaðir og kunning um einstøku íløguprógvini
- Síggja feløg, sum íløgurnar eru gjørdar í
- Fáa fult yvirlit yvir, hvussu pensjónin er sett saman
Váði
Tað er altíð ein váði knýttur at íløgum, tí íløgan kann hækka og lækka í virði, og tú kanst sostatt fáa avkast ella tap. Hetta eigur tú at hava í huga, áðrenn tú gert íløgur.
Tað serliga við at gera íløgur við pensjónini er tó, at tú gert íløgur hvønn mánað, tú sparir saman. Tað vil siga, at tú keypir, tá ið kursirnir eru høgir og lágir. Hetta hevur við sær, at tú fært eitt miðalavkast, sum marknaðurin gevur øll tey árini, tú sparir saman.