Um útbúgvingina
Útbúgvingin er býtt upp í ein praktiskan og ein teoretiskan part. Fíggjarskúlin verður tikin í lærutíðini. Tað er Finanssektorens Uddannelsescenter, ið stendur fyri skúlanum.
Fíggjarskúlin er býttur í fýra lestrarhálvur. Fyrsta lestrarhálva byrjar við trimum intensivum døgum, har man ger FokusProfilar, ið gevur møguleika at læra ein sjálvan og floksfelagar sínar betur at kenna. Fakliga hevur fyrsta lestrarhálva fokus á lærugreinarnar: Skat, Kredit og Búskap.
Tann praktiski parturin í Føroya Banka fyllur á leið 80%, meðan tann teoretiski parturin/skúlin fyllur á leið 20%.
Endamálið við lærugreinunum er, at man fer at skilja fíggjarligar trupulleikar og tørvin hjá viðskiftafólki bankans. Samanlagt geva lærugreinarnar eina breiða vitan og førleika til at arbeiða í eini fíggjarfyritøku. Málið er sostatt, at man eftir lokna útbúgving, sjálvstøðugt kann ráðgeva viðskiftafólki bankans. Tú kanst lesa meira um kravdu lærugreinarnir
her.