Góð úrslit í fyrra hálvári
Úrslitini hjá Føroya Banka-samtakinum eru góð, nú roknskapartølini fyri fyrra hálvár eru kunngjørd í dag. Úrslitið fyri fyrra hálvár var 175 mió. kr. fyri skatt, samanborið við 162 mió. kr. fyri skatt fyrra hálvár í 2023.
Føroysku húsarhaldini og føroyska vinnan hava tað framvegis gott og hava víst seg at hava mótstøðuføri móti rentuhækkingum og høga inflatiónstrýstinum seinastu árini. Nú er inflatiónin minkað, og rentan hevur verið um tað hægsta.
”Gongdin í øðrum ársfjórðingi var góð. Vit hava ein góðan grundleggjandi rakstur og eitt gott úrslit í fyrra hálvári, sum m.a. er merkt av eini øking í útláni og innláni og góðari gongd á virðisbrævamarknaðinum. Vit eru fegin um, at niðurskrivingarnar eru á einum væntaðum støði, og at okkara kundar hava eina sunna og haldgóða fíggjarstøðu,” sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.
Góðar innlánsrentur og ókeypis netbanki
Fyrr í ár gjørdist netbankin ókeypis fyri allar privatkundar, sum nú kunnu fáa netbanka og gera flytingar – vanligar ella sum inngjaldskort – ókeypis. Tað sæst aftur í lægri inntøkum frá tænastugjøldum í fyrra hálvári. Útlánsrenturnar lækkaðu við upp til 0,25%-stigum í juli, meðan rentan á bundnu innlánskontunum framvegis er tann sama, so kundar fáa framhaldandi eina góða rentu fyri sín innistandandi pening.
”Vit kunnu staðfesta, at talið av samansparingum er vaksið. So kundar gera sær dælt av góðu innlánsrentunum, og tað er gott at síggja, tí tað kann gera stóran mun hjá tí einstaka at hava sínar pengar standandi á eini kontu við góðari rentu. Harumframt er hækkingin í samansparingum seinasta árið eitt tekin um, at kundarnir yvirskipað hava tað gott fíggjarliga,” sigur Turið F. Arge.
Niðurstøða í málinum hjá Fíggjareftirlitinum
Nú er Fíggjareftirlitið komið við einari niðurstøðu í málinum viðvíkjandi íbúðar- og vinnubygningum í Føroyum og Grønlandi. Fíggjareftirlitið metir ikki, at tað kann skjalprógvast, at marknaðirnir fyri íbúðar- og vinnubygningar í Føroyum og Grønlandi eru væl virkandi og skipaðir. ”Avgerðin hjá Fíggjareftirlitinum merkir, at peningastovnar í Føroyum og Grønlandi skulu binda meiri pening í ávísum førum, tá ið teir læna pening til íbúðar- og vinnubygningar. Ávirkanin av hesi niðurstøðu er tikin við í okkara tøl fyri hálvárið,” sigur Turið F. Arge.
Roknskapurin í stuttum
- Úrslitið fyri skatt er 175 mió. kr.
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar er 133 mió. kr.
- Niðurskrivingar á útlánum eru 16 mió. kr.
- Útlánini hjá bankanum eru 9,0 mia. kr.
- Realkredittlánini hjá bankanum eru 2,6 mia. kr.
- Innlánini hjá bankanum eru 9,2 mia. kr.
- Veruligi kjarnukapitalurin er 25,6%
- Leiðslan væntar, at nettoúrslitið eftir skatt í ár verður millum 225-255 mió. kr.