Lánsbrøv í fyritøkum
Nógvar stórar fyritøkur skriva út lánsbrøv, tá tær hava tørv á at lána pengar. Ynskir tú at keypa hesi, er møguleikarnir nógvir. Vanliga gevur eitt lánsbræv í eini fyritøku hægri avkast enn t.d. stats- ella realkreditlánsbrøv, tí at váðin fyri at tann einstaka fyritøkan ikki kann rinda sína skuld aftur er hægri enn hjá statinum ella realkredittinum.
Nógvar ymsar fyritøkur runt allan heim skriva út lánsbrøv, og hetta gevur nógvar møguleikar fyri tey, sum gera íløgur. Tú kanst soleiðis gera íløgur í skuldina hjá góðum og minni góðum fyritøkum og harvið finna eina rentu og váða, sum hóska til tín profil. Íløgudeildin í BankNordik hjálpir gjarna við ráðgeving viðvíkjandi íløgum í lánsbrøv hjá fyritøkum.