Umleggingar í Persónligari OgnarRøkt
06.07.2020
Vit hava keypt BankInvest Globale Aktier Bæredygtig Udvikling
BankInvest Globale Aktier Bæredygtig Udvikling kemur í staðin fyri BankInvest Basis Globale Aktier. Vit meta, at útlitini eru góð, millum annað tí at BankInvest hevur røktað hesa íløgusamanseting í uml. eitt ár, og avkastið hevur verið betri enn vísitøl fyri altjóða partabrøv.
Virkini, sum vit seta pengar í gjøgnum BankInvest Globale Aktier Bæredygtig Udvikling, skulu uppfylla eina rað av umhvørvisligum krøvum. Millum annað skal útlátið av CO2 í mesta lagi vera helvtin av tí, eitt vanligt altjóða virki letur út, og virkini skulu eisini vera væl fyri innan sosial viðurskifti og leiðslu.