Innrita við fingramerki
Nú er tað vorðið uppaftur lættari at brúka Netbankan á snildfonini. Hevur tú eina iPhone ella eina Android telefon, so kanst tú nú rita inn í Netbankan sum app við fingramerki ístaðin fyri at skriva loynitalið.
Soleiðis byrjar tú
-
Innrita í Netbankan sum app á telefonini sum vant
-
Trýst á teir 3 prikkarnar ovast høgrumegin á skíggjanum
-
Vel ”uppseting” ella ”settings”
-
Vel ”innrita við tínum fingramerki”
Eftir hetta er klárt at brúka títt fingramerki til at innrita í Netbankan á telefonini.