3 mánaða samansparing

Við eini 3 mánaða samansparing fært tú góða rentu, meðan tú sparir saman. Tað kann vera eitt gott hugskot, um tú t.d. sparir saman til eina ferð, brúdleyp, umvæling ella líknandi. Tú sparir saman og sigur kontuna upp tríggjar mánaðir, áðrenn tú skalt brúka peningin.

Fyrimunir

  • Renta: 2,40%
  • Fá góða rentu frá fyrstu krónu
  • Stovna fasta flyting ella set inn tá tú hevur hug
  • Kann gerast til felagskontu

Vert at vita

  • Ikki gjørligt at nýta gjaldskort og at gera fastar flytingar av kontuni
  • Rentan er skiftandi
  • Tú kanst hava upp til 5 samansparingarkontur
  • Kann ikki brúkast til pensjón, íløgur og aðrar bundnar pengar

Tínir pengar eru tryggir í Føroya Banka

Garantiformuen verjir innlán upp til 100.000 evrur (uml. 750.000 kr).

Ofta spurdir spurningar

Hvussu stovni eg eina kontu við 3 mðr. uppsøgn?
  • Tú kanst stovna kontuna við at velja ”Stovna kontu”. Har fært tú stovna kontuna beinanvegin – tað tekur bert fáar minuttir! Til hetta krevst, at tú hevur Netbanka.
  • Um tú ert vinnukundi, kanst tú seta teg í samband við tykkara kundaráðgeva ella senda okkum eini boð gjøgnum Netbankan.

  • Um tú ikki ert kundi í Føroya Banka, kanst tú gerast kundi við at fara her.

Hvussu stovni eg kontu við 3 mðr. uppsøgn, um eg ikki eri kundi í Føroya Banka?

Um tú ikki ert kundi í Føroya Banka, kanst tú gerast kundi við at fara her.

Hvat telur við í Garantiformuen?

Øll tíni samlaðu innlán upp til 100.000 evrur eru vard av Garantiformuen.

Hvussu flyti eg pengar av kontuni?

Peningurin er bundin í 3 mánaðir, og skal sigast upp áðrenn tú kanst flyta hann av kontuni. Um tú velur at flyta pening av kontuni uttan at siga hann upp áðrenn, skalt tú gjalda eina straffirentu. 

Hvussu nógvar kontur kann eg stovna?
Tú kanst stovna fimm kontur pr. persón.

Aðrar samansparingar

Samansparing til bústaðin

Tá tú skalt keypa, umbyggja ella umvæla bústaðin, er tað ein fyrimunur at hava samanspardan pening tøkan.

Samansparing í íløgum

Vilt tú økja møguleikan fyri størri avkasti av tínari samansparing, er OgnarRøkt ein góður møguleiki. Tú fært fyrimunirnar av at seta tína samansparing í virðisbrøv, uttan at tær nýtist at fylgja við á virðisbrævamarknaðinum.

Lille dreng med legetøjsflyver

Samansparing til børnini

Ein munandi samansparing er ein gáva til framtíðina og kann t.d. brúkast til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv