Avtaluinnlán

Við avtaluinnláni er gjørligt hjá kundum við stórum upphæddum at seta peningin til síðis í eitt fast tíðarskeið við fastari og lagaligari rentu.  

Stutt og greitt um avtaluinnlán

  • Møguleiki at tilknýta gjaldskort: Nei
  • Kann gerast til felagskontu
  • Minsta bindingartíðarskeið: 5 mánaðir
  • Hægsta bindingartíðarskeið: 15 mánaðir
  • Lágmark: 5 milliónir
  • Hámark: einki
  • Kann ikki brúkast til pensjón, íløgur og aðrar bundnar pengar
  • Garantiformuen verjir innlán upp til 100.000 evrur (uml. 750.000 kr.)

Aðrar samansparingar

Samansparing til bústaðin

Tá tú skalt keypa, umbyggja ella umvæla bústaðin, er tað ein fyrimunur at hava samanspardan pening tøkan.

Samansparing í íløgum

Vilt tú økja møguleikan fyri størri avkasti av tínari samansparing, er OgnarRøkt ein góður møguleiki. Tú fært fyrimunirnar av at seta tína samansparing í virðisbrøv, uttan at tær nýtist at fylgja við á virðisbrævamarknaðinum.

Lille dreng med legetøjsflyver

Samansparing til børnini

Ein munandi samansparing er ein gáva til framtíðina og kann t.d. brúkast til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað.

Samansparing til ung

Tá ið mann er ungur, eru allir møguleikar opnir. Tá er skilagott at leggja eitt sindur til síðis, so tú eigur eina góða samansparing at gera tínar dreymar til veruleika við. NordikSolo-samansparingin gevur góða rentu og sera lagaligar treytir.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv