Konta við 3 mðr. uppsøgn
Við eini kontu við 3 mánaða uppsøgn fært tú góða rentu við bara at binda tínar pengar í 3 mánaðir.
Fyrimunir
- Renta: 2,60%
- Fá góða rentu frá fyrstu krónu
- Tak peningin út tá tú hevur hug.
- Stovna fasta flyting ella set inn tá tú hevur hug
- Kann gerast til felagskontu
- Stovna kontuna í nebankanum
Vert at vita
- Ikki gjørligt at nýta gjaldskort og fastar flytingar av kontuni
- Rentan er skiftandi
- Ein ókeypis flyting um mðr. Eftirfylgjandi kostar hvør flyting 40 kr.
- Tú kanst hava upp til 5 samansparingarkontur
- Kann ikki brúkast til pensjón, íløgur og aðrar bundnar pengar
Tínir pengar eru tryggir í Føroya Banka
Garantiformuen verjir innlán upp til 100.000 evrur (uml. 750.000 kr).
Ofta spurdir spurningar
Hvussu stovni eg eina Samansparing+?
- Tú kanst stovna kontuna við at velja ”Bílegg”. Har fært tú stovna kontuna beinanvegin – tað tekur bert fáar minuttir! Til hetta krevst, at tú hevur Netbanka.
-
Um tú ert vinnukundi, kanst tú seta teg í samband við tykkara kundaráðgeva ella senda okkum eini boð gjøgnum Netbankan.
-
Um tú ikki ert kundi í Føroya Banka, kanst tú gerast kundi við at fara her (leinkja til ”Nýggjur kundi»)
Hvussu stovni eg Samansparing+, um eg ikki eri kundi í Føroya Banka?
Um tú ikki ert kundi í Føroya Banka, kanst tú gerast kundi við at fara her.
Hvat telur við í Garantiformuen?
Øll tíni samlaðu innlán upp til 100.000 evrur eru vard av Garantiformuen.
Hvussu flyti eg pengar av kontuni?
Um tú hevur Netbanka kanst tú sjálvur flyta pengar av kontuni. Tað er tó bert ein flyting um mðr., sum er ókeypis. Eftirfylgjandi kostar hvør flyting 40 kr.
Hvussu nógvar kontur kann eg stovna?
Tú kanst stovna fimm kontur pr. persón.