Tiltak í Keypmannahavn
Vel Føroyar 2020
Saman við Atlantic Airways bjóða vit til kveikjandi útisetakvøld, har tú fært viðkomandi kunning um alt, tú hevur tørv á at vita, tá tú velur Føroyar.
Eisini bjóða vit Brioche pop-up, kaldar føroyskar øl, leskiliga sjokulátu frá Gómagott og livandi tónleik við KONNI KASS.
Eftir ætlan skuldi tiltakið verða seinast í mars, men vegna corona smittunvanda, er tiltakið útsett. Nærri kunning kemur.
Vinn
- Flytipakka frá Smyril Line, virði 20.000 kr.
- SVEIGGJ frá Atlantic Airways
Viðkomandi kunning og praktisk viðurskifti í sambandi við flyting til Føroya. Serfrøðingar í tollið, flutningi, barnsburðarfarloyvi, trygging, bústaðarlánum o.s.fr. verða í panelinum. Møguleiki verður at seta serfrøðingunum spurningar - undir og eftir tiltakið.
Blaðstjórin í Kvinnu, Tóra Effersøe Mortensen, ið hevur hollar royndir frá Aller Media, kemur at hugleiða um, hvussu tað er at flyta til Føroya eftir nógv ár uttanlands.
Luttakarar:
- Arbeiðsleys/ur í Føroyum - ALS
- Tollur, skattur og barnsburðarfarloyvi- TAKS
- Leiga í Føroyum - Bústaðir
- Barnaansing, grundstykkir o.a. - Tórshavnar kommuna
- Fígging, tryggingar og bústaðir - BankNordik, Trygd og Skyn
- Ferðing og flutningur - Atlantic Airways
- Hví skal eg velja Føroyar - Tóra Effersøe Mortensen, Kvinna
Flyta til Føroya?
Fá eina fullfíggjaða flytivegleiðing frá okkum. Fylg hesi vegleiðing, so ert tú longu væl ávegis.