Ungur maður uttanfyri Glasir

Set samansparingina í íløgur

Setur tú samansparingina í íløgur, kann hon vaksa skjótari. Tær nýtist ikki gera so nógv, vit taka okkum av íløgunum. 

Tá tú hevur tørv á pengum til innbúgv, húsakeyp ella onkra broyting í lívinum, kann tað vera, at tað kemur tær til góðar, at tú setti samansparingina í íløgur.

Minst til, at ein váði altíð er knýttur at íløgum.

 

Soleiðis gert tú

  1. Skriva til tín ráðgeva í netbankanum um at seta samansparingina í íløgur.
  2. Vit seta okkum í samband við teg. Tú undirskrivar í netbankanum, og samansparingin verður sett í íløgur. 
  3. Peningurin, sum tú flytur hvønn mánað, verður sjálvvirkandi settur í íløgur.   

 


Frágreiðing av samansparing við og  uttan íløgum

Íløgur ella ikki?

Her sært tú munin uppá 18 ár, um tú setur samansparingina í íløgur, heldur enn at lata pengarnar standa á eini vanligari samansparingarkontu. Minst til, at søgulig avkast ikki eru ein trygd fyri avkasti í framtíðini.

Ung kvinna við fartelefon

Ert tú ikki kundi?

Ert tú ikki kundi, so kanst tú bíleggja eitt íløguprát her, so finna vit eina loysn til tín.

Bílegg íløguprát

Soleiðis gera vit

Tá ið vit seta samansparingina í íløgur, hava vit støðugt eftirlit við íløgunum, so at pengarnir altíð standa har, sum teir hava bestu fortreytirnar fyri at geva eitt gott avkast.

Tú sparir tíð og orku, tá tú letur okkara serfrøðingar seta samansparingina í íløgur fyri teg.

Okkara serfrøðingar halda eisini dagliga eyga við íløgunum og spjaða váðan. Tú kanst fylgja við íløgunum í netbankanum.

Hámarkið á hesari tænastuni er 150.000 kr. 


Við einum longum tíðarkarmi og góðari spjaðing í íløgunum, kann tað vera skilagott at seta samansparingina í íløgur. Tað er sjálvandi umráðandi, at man er tilvitaður um váðan.

- Hjalti Mohr Jacobsen, íløguleiðari
Samansparingar og íløgur meðan tú livur lívið

Hug at gera íløgurnar sjálv/ur?

Umframt íløgurøktina, ið vit umsita fyri teg, ber eisini til hjá tær at stovna eina íløgugoymslu til samansparingina, sum tú sjálv/ur kanst umsita. Við slíkari goymslu kanst tú í størri mun gera av, júst hvørjar íløgur skulu gerast fyri uppsparingina. Niðanfyri sært tú treytirnar, sum eru galdandi í hesum sambandi.

Kom væl frá byrjan

Bílegg íløguprát

Útfyll teigarnar niðanfyri og trýst á "Bílegg prát", so seta vit okkum í samband við teg.

Les eisini

Børn og íløgur

Børn og íløgur

Les meira

Gerst kundi

Les meira
Ungt par og nýggjan bústað

Lán til bústað

Les meira
Unge mennesker og en mobil på en café

Samansparing til ung

Les meira