Pensjón
Pensjón er ein spurningur um tryggleika fyri teg og familjuna - bæði nú og í framtíðini. Hjá okkum kanst tú seta tína pensjón saman, so hon hóskar til títt lív og tíni ynski fyri framtíðina.
Rætta pensjónin til tín
Uttan mun til, hvat tú velur, kunnu vit hjálpa tær at seta røttu loysnina saman, soleiðis at tú kanst byrja at spara saman til pensjónstilveruna. Tá ið pensjónsaldurin nærkast, ráðgeva vit tær um, hvussu pensjónin skal útgjaldast, og hvussu samanspælið við almennu veitingarnar verður best.
Spar saman í góðari tíð
Annaðhvørt tú ynskir eina heildarloysn ella bert hevur tørv á einari pensjónskontu, kunnu vit hjálpa tær. Tú hevur eisini møguleika fyri at økja avkastið av tínari pensjón við at seta hana í íløgur. Les meira her
Vert at vita um pensjón
Hvør er munurin á arbeiðsmarknaðareftirløn og fólkapensjón, hvussu stovni eg mína pensjónssamansparing, og hvussu fái eg hana útgoldna? Nógvir eru spurningarnir og ivamálini, tá ið tað snýr seg um pensjón.
Niðanfyri hava vit savnað upplýsingar um nøkur av teimum viðurskiftum, sum gera seg galdandi.
Hvussu stovni eg eina pensjón?
Tú gert eina avtalu við okkum um at stovna eina pensjónssamansparing. Tú fært eitt kontunummar, sum tú skalt lata tínum arbeiðsgevara at rinda pensjónina inn á.
Hjá okkum kanst tú stovna eina vanliga eftirlønarkontu ella velja at lata okkum røkta pensjónssamansparingina fyri teg. Hetta gera vit við at seta tín pening í virðisbrøv og støðugt at hava eftirlit við og røkta tínar íløgur, soleiðis at samansparingin altíð stendur har, sum hon hevur bestu møguleikarnar fyri at geva tær eitt størri avkast.
Havi eg eina nøktandi pensjón?
Tað er tó vert at umhugsa, um tú fært nóg mikið burturúr samansparingini, um tú rindar nóg nógv inn á samansparingina, og um tað loysir seg betur at seta pengarnar í virðisbrøv enn at hava hann á vanligari pensjónskontu. Tað er eitt gott hugskot at bíleggja eitt prát við ein av okkara pensjónsráðgevum, so tú fært innlit í allar møguleikar, og so tú á tann hátt fært lagt bestu ætlanina fyri tína pensjón.
Hvat er arbeiðsmarknaðareftirløn?
Hvat er fólkapensjón?
Fólkapensjón er mánaðarlig upphædd, sum tú kanst søkja um at fáa frá Almannaverkinum, tá ið tú røkkur fólkapensjónsaldur. Fólkapensjónin er samansett av einari grundupphædd, sum er líka fyri øll. Hartil kemur ein viðbót. Les meira um fólkapensjónina á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.
Hvat er pensjón/eftirløn
Pensjón, ella eftirløn, er ein upphædd, sum tú hevur spart saman til hjá pensjónsveitara, og sum tú fært útgoldna, tá ið tú røkkur fólkapensjónsaldur, ella tá ið tú fært fólkapensjón. Upphæddin veldst um, hvussu nógv tú hevur goldið inn, meðan tú hevur spart saman. Lógarásetta kravið er minst 12%. Tú kanst tó, um tú vilt, hækka gjaldið.
Ofta er pensjónsgjaldið partur av tínum setanarsáttmála, t.v.s., at arbeiðsgevarin rindar eina upphædd inn á tína pensjónskontu, hvørja ferð tú fært løn goldna. Tú kanst stovna ein eftirlønarkontu hjá okkum.
Hvussu og nær verður samansparda pensjónin útgoldin?
Hevur tú tína pensjónssamansparing í Føroya Banka, skalt tú boða okkum frá. Vit seta okkum síðani í samband við TAKS. Minst til at boða okkum frá minst tveir mánaðir frammanundan, útgjaldið skal byrja.
Hvussu verður peningurin á eftirlønarkontuni útgoldin?
Tá tú nært fólkapensjónsaldur, skalt tú taka støðu til, hvussu pensjónin skal býtast.
Kann eg fáa pensjónina útgoldna áðrenn tíð?
Hvat hendir við pensjónini, um eg doyggi?
Um tú doyrt, fellur samansparda pensjónsupphæddin til tann nærmasta avvarðandi, um ikki onnur avtala er gjørd.
