Nýggjur kundi
Sum kundi í Føroya Banka fært tú nógvar tænastur, ið gera tað lættari at greiða tíni fíggjarviðurskifti í gerandisdegnum, og tá ið størri fíggjarligar avgerðir skulu takast.
Ert tú vinnukundi? Trýst her.
For English press here.
Soleiðis gert tú
Um tú ert privatpersónur - vaksin ella barn - so kanst tú gerast kundi við at trýsta á knøttin ”Gerst kundi” niðanfyri.
Knøtturin leiður teg á eitt spurnarskema, har tú verður biðin um geva tínar upplýsingar og viðhefta samleikaprógv. Góðkend samleikaprógv eru:
- pass
- koyrikort
Hevur tú hvørki pass ella koyrikort, verður tú biðin um at lata avrit av tveimum av hesum samleikaprógvum:
- dóps- ella navnabrævi
- p-talskorti
- seinastu ársuppgerðini frá TAKS
- skjal frá almennum myndugleika, ið skjalprógvar navn, p-tal og bústað.
Eftir at tú hevur fullført spurnarskemaið vera upplýsingarnir sendir til Føroya Banka, og vit venda aftur innan tveir yrkadagar.
Um tú ikki fært brúkt knøttin omanfyri, kanst tú senda okkum ein teldupost við at trýsta her.
