Barnasamansparing
Vit bjóða Barnasamansparing við lønandi rentu frá fyrstu krónu. Foreldur, ommur, abbar og onnur kunnu seta pening inn á kontuna.
Tá tit koyra eitt oyra í sparibússuna, gera tit eina íløgu í framtíðina hjá barninum. Ein munandi samansparing er ein gáva fyri framtíðina og kann t.d. brúkast til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað. Einki hámark er fyri inngjaldi á Barnasamansparingina, og setast kann inn á kontuna eftir ynski. Til ber at stovna fastar flytingar inn á kontuna, og eisini ber til at gera vanlig inngjøld.
Einfaldar reglur
Tá ið Barnasamansparingin verður stovnað, skalt tú minnast til at:
- Broytilig renta: Finn galdandi rentu her
- Kontan verður stovnað í barnsins navni
- Sáttmáli verður undirskrivaður
- Barnið skal vera kundi
Stovna barnið sum kunda
Barnið kann stovnast sum kundi við at trýsta á knøttin ”Gerst kundi” niðanfyri.
Knøtturin leiður teg á eitt spurnarskema, har tú verður biðin um geva tínar upplýsingar og viðhefta samleikaprógv. Góðkend samleikaprógv eru avrit av:
- Pass
Ella avrit av tveimum av hesum samleikaprógvum:
- dóps- ella navnabrævi
- p-talskorti
- skjal frá almennum myndugleika, ið skjalprógvar navn, p-tal og bústað.
Eftir at tú hevur fullført spurnarskemaið vera upplýsingarnir sendir til Føroya Banka, og vit venda aftur innan tveir yrkadagar.
Um tú ikki fært brúkt knøttin omanfyri, kanst tú senda okkum ein teldupost til kundi@bankin.fo
Barnasamansparing er ein bundin konta
Kontan er í minsta lagi bundin, inntil barnið verður 15 ár. Tá ið kontan verður stovnað, kunnu foreldur eisini velja at hava kontuna bundna uppaftur longri, t.d. inntil barnið verður 18 ár ella heilt til tað verður 21 ár. Við Barnasamansparing er sostatt vissa fyri, at innistandandi peningurin veruliga er tøkur, tá foreldrini ynskja, at peningurin kann takast út.
Tá ið bundna tíðarskeiðið er av, verður kontan broytt til eina vanliga samansparingarkontu uttan binding og uppsagnartíð.

Vøggugáva til barnið
Tá ið tú stovnar barninum eina samansparing við fastari flyting, fær barnið eina prýðandi flaggketu frá Steinum.
Set Barnasamansparingina í íløgur
Um tú vilt geva barninum møguleika fyri at fáa størri avkast av samansparingini, kunnu vit seta hana í virðisbrøv fyri teg. Vit brúka Optima, ið merkir, at íløgurnar verða væl spjaddar í fleiri hundrað væl útvald partabrøv og lánsbrøv. Set teg í samband við tín ráðgeva, og fá meira at vita.
