Netbankin til vinnu
Við Netbankanum frá Føroya Banka fært tú sum vinnukundi góðan møguleika fyri sjálvgreiðslu, og tú kanst lættliga avgreiða bankaviðurskiftini hjá tíni fyritøku, tá tað hóskar tær.
Yvirlit yvir kontur
Í Netbankanum sært tú seinastu flytingarnar á kontunum, og tú kanst bólka konturnar fyri at fáa betri yvirlit.
Goym bókingar sum fílu
Úr bókingaryvirlitinum ber til at flyta bókingar út sum CSV-, Excel- ella PDF-filu.
Flytingar og gjaldingar
Tú kanst gera flytingar til egnar kontur og til onnur, og gjaldingar, bæði til føroyskar móttakarar og útlendskar, og fáa yvirlit yvir framtíðar gjaldingar.
Ger fleiri gjaldingar samstundis
Um tú skalt gera fleiri gjaldingar samstundis, kanst tú nýta útbakkan til at gera flytingarnar. Í staðin fyri at trýsta á “OK” og skriva kotuna fyri hvørja einstaka gjalding, skalt tú bert trýsta á knøttin “Útbakki”. Tá ið tær allar eru skrásettar, trýstir tú á “Útbakki” og fremur allar gjaldingar samstundis. Tá gjaldingarnar eru sendar, verður ein kvittan gjørd, har tað sæst, um einstøku gjaldingarnar eru framdar.
Send gjaldingar inn í Netbankan
Frá tíni bókhaldsskipan kanst tú senda gjaldingar beinleiðis inn í Netbankan, og síðani góðkenna tær í útbakkanum.
Send FI-gjaldingar til bókhaldsskipan
Tá gjaldingar frá tínum kundum koma inn á tína kontu, kanst tú senda tær beinleiðis inn í tína bókhaldsskipan og javna postarnar sjálvvirkandi.
Virðisbrøv og íløgur
Við Netbankanum er møguligt at keypa og selja virðisbrøv, tá tær lystir, fyri ein væl lægri kostnað. Eisini kanst tú í friði og náðum fylgja tínum íløgum og samanbera tær við onnur virðisbrøv, soleiðis at tú altíð hevur fult yvirlit yvir íløgurnar hjá tíni fyritøku.
Prokura
Tað er møguligt at knýta prokura at Netbankanum hjá tínum virki, soleiðis at ymiskir Netbankabrúkarar kunnu hava ymisk rættindi. Tað økir um trygdina fyri títt virki, um tveir brúkarar skulu fremja eina gjalding. Og skuldi tað hent, at virkið verður álopið av teldusníkum, er trygdin eisini økt munandi.