Ættarliðsskifti 

Hugtakið ættarliðsskifti merkir ikki bert at avhenda eina fyritøku frá eldra til yngra ættarlið í somu familju. Ættarliðsskifti fevnir eisini um sølu av einari fyritøku til íleggjara ella aðra fyritøku. Tí krevur tað sera stórt umhugsni, tá ein eigari byrjar at hugsa um at avhenda sína fyritøku.

Alsamt meiri vanligt

Tað er blivið vanligt hjá einum eigara at hugsa um sína fyritøku sum ogn, ið verður umsitin í eitt tíðarskeið, til tað loysir seg fíggjarliga at lata nýggjum eigara fyritøkuna. Tað er t.d. blivið meiri vanligt, at ein vinnurekandi selur sína fyritøku, um viðkomandi t.d. ynskir at royna eitt nýtt starv, at byrja nýggja fyritøku ella okkurt heilt triðja. Eisini kemur tað oftari fyri, at yngra ættarliðið í einari familju ikki ynskir at taka við leiðsluni í familjufyritøkuni, og at ein søla til triðjamann tí gerst neyðug.

Um familjan tekur við

Góð ráð viðvíkjandi eigaraskifti í familjuni ella til starvsfólk.

Mand skriver på laptop

Um fyritøkan skal seljast

Góð ráð til tín, sum umhugsar at selja fyritøkuna.

At keypa aðra fyritøku

Ættarliðsskifti kann eisini merkja, at tín fyritøka yvirtekur aðra fyritøku. Tá hetta verður gjørt, er tað sjálvandi av alstórum týdningi, at tað er væl fyrireikað. Eitt krav er eisini, at tín verandi fyritøka er so sterk sum gjørligt. Tað kann taka langa tíð at samantvinna tvær fyritøkur, og tí er vert at gera tær greitt beinanvegin, um fyritøkan, ið tú ynskir at keypa, eisini fer at geva eitt nøktandi íkast um fimm til tíggju ár.

Tað kunnu vera fleiri fyrimunir við at keypa eina væl rikna fyritøku. Til dømis fært tú atgongd til ein nýggjan kundaskara og nýggjar inntøkur, samstundis sum tú kanst yvirtaka roynd starvsfólk, góða framleiðsluskipan og møguliga eisini nýggj høli. Harafturat kanst tú økja um tín marknaðarpart, um tú keypir ein kappingarneyta.

Skal virksemið víðkast? 

Tað kann vera avgerandi fyri úrslitið, at tú leggur eina neyva ætlan fyri vøkstur.

Føroyskir pengar kontant

Rakstrarfígging

Til eitt nú inngjøld, útgjøld, keyp
av vørum, lønargjaldingar, framleiðslu o.a.

Íløgur í virðisbrøv  

At gera íløgur í virðisbrøv kann vera eitt áhugavert ískoyti til eina
samansparingarkontu.

Mand, der sidder med en laptop

Minst til pensjónina

Tað er ein fyrimunur, um tú í góðari tíð byrjar at spara saman til tína pensjón.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv