Bankaábyrgdir

Ein bankaábyrgd er ikki beinleiðis fígging, men ofta ein týdningarmikil liður, tá handlar verða gjørdir, har keypari og seljari ikki kennast serliga væl.

Ein ábyrgd kann ávísa gjaldsváðan hjá seljara og váðan hjá keypara fyri, um vøran verður móttikin ella latin sum avtalað. Ein ábyrgd tryggjar virkinum endurgjald, um sáttmálabrot verður framt.

Tað kunnu vera fleiri fyrimunir við ábyrgdum:

  • Betri gjaldstreytir
  • Longri kreditttíð
  • Endurgjald fyri sáttmálabrot
  • Seljari kann fáa undangjald ella partvíst undangjald

Vit veita ymisk sløg av ábyrgdum:


Gjaldsábyrgd

Ein gjaldsábyrgd verður sett mótvegis seljarum av vørum og tænastum sum trygd fyri, at seljari fær peningin. Virkið kann sostatt fáa betri gjaldstreytir og longri kreditttíð.


Arbeiðsábyrgd

Arbeiðsábyrgdir tryggja byggiharra, at arbeiði, sum arbeiðstakari átekur sær, verður gjørt. Ábyrgdin verður knýtt at sáttmálanum millum byggiharra og arbeiðstakara.


Tilboðsábyrgd

Tilboðsábyrgd verður sett vegna arbeiðstakara mótvegis byggiharra, í sambandi við innlating av tilboði.


Tollábyrgd

Ein gjaldsábyrgd, sum verður sett mótvegis TAKS, sum trygd fyri tín tollkreditt hjá teimum.


Arrestábyrgd

Gjaldsábyrgd, sum er sett mótvegis Føroya Fútarætti, í sambandi við at arrest verður gjørd í einum aktivi - vanliga einum skipi. Føroya Fútarættur krevur ábyrgdina sum trygd fyri mettum skyldum, í sambandi við rættarmál.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv