Set samansparingina í íløgur
Flytur tú pengar inn á samansparingina hvønn mánað, kunnu vit eisini leypandi og sjálvvirkandi seta hesar upphæddirnar í íløgur fyri teg. Soleiðis kanst tú byggja samansparingina upp, uttan at tú skalt gera nakað hvørja ferð.
Minst tó til, at tað altíð er knýttur ein váði at íløgum.
Soleiðis gert tú
- Skriva til tín ráðgeva í netbankanum um at seta samansparingina í íløgur.
- Vit seta okkum í samband við teg. Tú undirskrivar í netbankanum, og samansparingin verður sett í íløgur.
- Peningurin, sum tú flytur hvønn mánað, verður sjálvvirkandi settur í íløgur.

Íløgur ella ikki?
Her sært tú munin uppá 18 ár, um tú setur samansparingina í íløgur, heldur enn at lata pengarnar standa á eini vanligari samansparingarkontu. Minst til, at søgulig avkast ikki eru ein trygd fyri avkasti í framtíðini.

Ert tú ikki kundi?
Ert tú ikki kundi, so kanst tú bíleggja eitt íløguprát her, so finna vit eina loysn til tín.
Soleiðis gera vit
Tá ið vit seta samansparingina í íløgur, hava vit støðugt eftirlit við íløgunum, so at pengarnir altíð standa har, sum teir hava bestu fortreytirnar fyri at geva eitt gott avkast.
Tú sparir tíð og orku, tá tú letur okkara serfrøðingar seta samansparingina í íløgur fyri teg.
Okkara serfrøðingar halda eisini dagliga eyga við íløgunum og spjaða váðan. Tú kanst fylgja við íløgunum í netbankanum.
Hámarkið á hesari tænastuni er 150.000 kr.
Við einum longum tíðarkarmi og góðari spjaðing í íløgunum, kann tað vera skilagott at seta samansparingina í íløgur. Tað er sjálvandi umráðandi, at man er tilvitaður um váðan.

Hug at gera íløgurnar sjálv/ur?
Umframt íløgurøktina, ið vit umsita fyri teg, ber eisini til hjá tær at stovna eina íløgugoymslu til samansparingina, sum tú sjálv/ur kanst umsita. Við slíkari goymslu kanst tú í størri mun gera av, júst hvørjar íløgur skulu gerast fyri uppsparingina.