Børn og íløgur
Tað er ikki altíð tann upphæddin, sum tit flyta á kontuna hjá barninum hvønn mánað, ið er avgerandi fyri, hvussu nógvar pengar barnið hevur, tá ið tað fyllir 18 ár. Um tit velja at seta barnasamansparingina í íløgur ella ikki, kann hava nógv størri ávirkan á endaligu upphæddina.
Soleiðis gert tú
- Skriva til tín ráðgeva í netbankanum um at seta barnasamansparingina í íløgur.
- Vit seta okkum í samband við teg. Tú undirskrivar í netbankanum, og samansparingin verður sett í íløgur.
- Peningurin, sum tit flyta hvønn mánað, verður sjálvvirkandi settur í íløgur.

Íløgur ella ikki?
Hetta er munurin, um tú fyri 18 árum síðani valdi at hava pengarnar standandi á eini vanligari barnasamansparingarkontu ella setti pengarnar í íløgur. Minst til søgulig avkast ikki eru ein trygd fyri avkasti í framtíðini.

Ert tú ikki kundi?
Ert tú ikki kundi, so kanst tú skriva til okkara á kundi@bankin.fo ella bíleggja eitt íløguprát.
Soleiðis gera vit
Tá ið vit seta barnasamansparingina í íløgur, so hava vit støðugt eftirlit við íløgunum og røkta tær, so at pengarnir altíð standa har, sum teir hava bestu fortreytirnar fyri at geva eitt gott avkast.
Við einum longum tíðarkarmi og góðari spjaðing í íløgunum, kann tað vera skilagott at seta samansparingina hjá barninum í íløgur. Tað er sjálvandi umráðandi, at man er tilvitaður um váðan.

Ert tú sum 91% av foreldrunum?
Í kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri okkum, eru tað bert 9%, sum siga, at barnasamansparingin hjá børnunum er í íløgum.
Hug at gera íløgurnar sjálv/ur?
Umframt íløgurøktina, ið vit umsita vegna títt barn, ber eisini til hjá tær at stovna barnasamansparing, ið tú sjálv/ur kanst umsita. Við slíkari goymslu kanst tú í størri mun gera av, júst hvørjar íløgur skulu gerast fyri uppsparingina hjá barninum. Niðanfyri sært tú treytirnar, sum eru galdandi í hesum sambandi.