Nýggj kanning: Tær flestu pensjónirnar eru ikki í íløgum

Í nýggjari kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Føroya Banka, siga 43% av teimum spurdu, at teirra pensjón ikki er sett í íløgur. Hjá bert 20% er pensjónin sett í íløgur, meðan 23% siga, at pensjónin lutvíst stendur í íløgum. 14% siga seg ikki vita.

”Søguliga sæð hevur tað loyst seg at seta pensjónina í íløgur, tí at tíðarkarmurin ofta er langur, og at avkastið hevur verið munandi betri enn at hava pengarnar standandi á vanligari kontu. Tó so er tað altíð ein váði knýttur at íløgum, og søgulig úrslit eru ikki ein trygd fyri gongdina í framtíðini. Vit mæla altíð øllum okkara kundum til at fyrihalda seg til íløgur og pensjón og velja eina loysn, sum hóskar til tann einstaka. Úrslitini av kanningini kundu givið okkum eina ábending um, at tað helst eru nógv, sum ikki hava fyrihildið seg til pensjón og íløgur. Og tað er spell”, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, íløguleiðari.

Í kanningini varð eisini spurt um áhugan fyri og vitanina um íløgur, sum er lutfalsliga lítil. Bæði áhugin og vitanin er serliga lítil millum spurdu kvinnurnar samanborið við menninar.

 

Fólk í Norðoyggjum og kvinnur fyri mismuni

Í sambandi við pensjón og íløgur eru svarini kring landið rættiliga jøvn. Tó siga 63% av teimum spurdu í Norðoyggjum, at tey ikki hava sett pensjónina í íløgur. Til samanberingar er talið í høvuðsstaðnum 40% og í Eysturoynni 39%.

Hinvegin gera tey spurdu í Norðoyggjum flest íløgur fyri annan pening. Yvir 40% av teimum spurdu í Norðoyggjum siga seg gera íløgur fyri egnan pening ella samansparing, sum ikki er pensjón, meðan bert ein triðingur av teimum spurdu í Havn siga tað sama. Tølini fyri tey spurdu í Havn samsvara rættiliga væl við tølini fyri landið samanlagt. 

Hyggja vit eftir muninum millum kvinnur og menn, so svarar helmingurin av kvinnunum, at tær ikki hava sett pensjónina í íløgur. Hjá monnunum er talið 37%.

 

Vantandi vitan og áhugi fyri íløgum

Tá ið vit spyrja inn til áhugan og vitanina, so siga tveir triðingar av teimum spurdu seg sjáldan ella ongantíð fylgja við gongdini á íløgumarknaðinum. Aftur her síggja vit mun á kynunum – 80% av spurdu kvinnunum siga seg sjáldan ella ongantíð fylgja við gongdini á marknaðinum, meðan 56% av spurdu monnunum siga tað sama.

Hyggja vit nærri eftir hugburðinum, so er tað meira enn helvtin, sum svarar, at íløgur eru ein góður máti at fáa pengarnar at vaksa, og at tað er betri at gera íløgur fyri pengarnar, enn at hava teir standandi á vanligari kontu. Tó so svara 34%, at tey ikki vita nóg nógv um íløgur, og knapt 30% siga, at tey stúra fyri sveiggjum á marknaðinum og eru bangin fyri at missa pengar av íløgum. Til henda spurningin kundu tey spurdu velja fleiri svarmøguleikar.

Vit síggja sostatt, at tey spurdu eru tilvitað um ágóðan, sum íløgur kunnu gera, men samstundis er vitanin og áhugin fyri íløgum lítil. Og aftur her er týðiligur munur millum kynini – meðan kvinnurnar í størri mun siga seg vita lítið um íløgur, siga mennirnir í størri mun, at íløgur eru ein góður máti at fáa pengarnar at vaksa.

Fíggjarliga eru kvinnur nøkur fet aftan fyri menninar. Lønin er lægri, pensjónin er lægri og vit síggja eisini, at áhugin fyri íløgum er væl minni. Og júst hetta er við til at gera gjónna millum pengarnar hjá kvinnum og monnum enn størri. Vit síggja til dømis, at munurin á pensjónunum hjá kvinnum og monnum er hækkaður seinastu árini, og ein orsøk til hetta er, at fleiri menn enn kvinnur hava sett sína pensjón í íløgur, sum hava givið góð avkast seinastu árini – avkast, sum kvinnur í minni mun hava fingið ágóðan av. Tá ið tað so er sagt, so er umráðandi at leggja aftrat, at marknaðurin sveiggjar, og sostatt er altíð ein váði knýttur at íløgum», sigur Silja á Borg Færø, privatkundastjóri.

 

Bert 9% av barnasamansparingum eru í íløgum

Av teimum spurdu, sum hava børn undir 18 ár, so svara bert sløk 9%, at barnasamansparingin er sett í íløgur. Eins og við pensjónini so er tíðarkarmurin ofta langur hjá barnasamansparingum, og hóast sveiggj á marknaðinum, so hevur tað søguliga sæð loyst seg hjá mongum at seta samansparingina hjá børnunum í íløgur. 

Sum heild eru føroyingar eitt sindur meira varnir við at gera íløgur enn fólkini í londunum rundan um okkum. Ein orsøk er helst, at fleiri mistu pengar undir fíggjarkreppuni. Men við einum longum tíðarkarmi og góðari spjaðing í íløgunum, so kann tað vera skilagott at seta barnasamansparingina í íløgur. Men tað er sjálvandi umráðandi, at man er tilvitaður um váðan – virðið á samansparingini kann fara upp og niður – og sostatt skal man velja eina loysn, sum hóskar til tykkara støðu», sigur Hjalti Mohr Jacobsen, íløguleiðari.

Kundi tú hugsað tær at vita meira um íløgur, kanst tú lesa meira herÁ síðuni kanst tú eisini bíleggja eitt íløguprát. 

 

Íløgur og váði

Íløgur eru altíð tengdar at váða, og virðið á tínum íløgum kunnu eins væl fella sum vaksa. Somuleiðis eru søgulig avkast ikki nøkur trygd fyri úrslitum í framtíðini, men geva bert eina mynd av, hvussu gongdin hevur verið. Hetta tíðindaskrivið er ikki persónlig íløguráðgeving, men almenn kunning um kanningina, sum spyr.fo hevur gjørt. Kundi tú hugsað tær persónliga íløguráðgeving, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.