Børn og íløgur
Tað er ikki altíð tann upphæddin, sum tit flyta á kontuna hjá barninum hvønn mánað, ið er avgerandi fyri, hvussu nógvar pengar barnið hevur, tá ið tað fyllir 18 ár. Um tit velja at seta pengarnar í íløgur ella ikki, kann hava nógv størri ávirkan á endaligu upphæddina.
Hóast søgulig avkast ikki eru ein trygd fyri avkasti í framtíðini, so hevur tað loyst seg væl at seta samansparingina í íløgur. Tíðarkarmurin hjá eini barnasamansparing er ofta langur, og hetta er ein góð fortreyt fyri at fáa meira burtur úr samansparingini.
Soleiðis gert tú
- Skriva til tín ráðgeva í netbankanum um at stovna barninum eina íløgukontu.
- Tá tú hevur undirskrivað í netbankanum, fær barnið eina íløgukontu, og peningurin verður settur í íløgur.
- Peningurin, sum tit flyta hvønn mánað, verður sjálvvirkandi settur í íløgur.

Bílegg íløguprát
Ert tú ikki kundi, so kanst tú skrivað til okkara á kundi@bankin.fo ella bíleggja eitt íløguprát.
Við einum longum tíðarkarmi og góðari spjaðing í íløgunum, kann tað vera skilagott at seta samansparingina hjá barninum í íløgur. Tað er sjálvandi umráðandi, at man er tilvitaður um váðan.

Bert 9%
Í kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri okkum, eru tað bert 9%, sum siga, at barnasamansparingin hjá børnunum er í íløgum.