Íløgufígging
Vit bjóða fígging, tá ið íløgur skulu gerast í eitt nú framleiðslutól, bilar, maskinur ella bygningar. Ein tílík íløga er ofta ein stór avgerð hjá eini fyritøku, og tí eru okkara vinnuráðgevar altíð til reiðar at vegleiða og ráðgeva í sambandi við møguligar nýggjar íløgur.
Lán
Vit bjóða okkara vinnukundum lán við skiftandi rentu. Rentan verður ásett út frá rakstrar- og fíggjarstøðuni hjá fyritøkuni, og støði verður tikið í slagi og virði á trygdum, ið verða veðsettar. Afturgjaldstíð og mánaðargjald verða ásett, soleiðis at tað hóskar til júst tína fyritøku.
Fá fasta rentu við rentuverju
Hevur tú eitt lán við skiftandi rentu, men kundi hugsað tær eina meira fasta rentu, ber til at fáa eina rentuverju. Við eini rentuverju aftrat láninum kanst tú heilt ella partvíst læsa rentuna fasta.
ítøkiliga keypir tú ein sonevndan rentuswapp, sum er eitt fíggjarligt tól, ið verður brúkt, tá ið man sum vinnukundi ynskir at læsa rentuna fasta – antin heilt ella partvíst. Fyrimunurin við hesi rentuverju er, at tú verjir lánið móti stórum rentusveiggi.
Rentuswappur
Ein rentuswappur er ein avtala millum kundan og bankan um at býta um rentugjald á eina ávísa upphædd í eitt ávíst tíðarskeið. Kundin rindar sum oftast fasta rentu, meðan bankin rindar kundanum skiftandi rentu – ítøkiliga kann man siga, at bankin og kundin býta um rentu í eitt ávíst tíðarskeið. Um tú hevur eitt lán við skiftandi rentu, so býtir tú, antin heilt ella partvíst, hesa skiftandi rentuna á láninum um til fasta rentu við einum rentuswappi.
Virðið á swappinum sveiggjar við rentugongdini og kann sostatt gerast antin positivt ella negativt.