Okkara arbeiðspláss

Tað er umráðandi fyri okkum sum arbeiðsgevara at varðveita og tekkjast dugnaligum starvsfólkum, sum hava áræði og førleika at reka eina virðisskapandi fíggjarfyritøku. Tí vilja vit skapa bestu karmarnar fyri eitt gott og mennandi arbeiðspláss. Vit vita, at tað hevur stóran týdning, at okkara starvsfólk hava eina sunna javnvág millum arbeiðslív og privatlív, og eru tilvitað um, at trivnaðurin og heilsan hjá starvsfólkunum eru av størsta týdningi, um Føroya Banki skal vera kappingarført í fíggjargeiranum í framtíðini.

 

Trivnaður og heilsa

Tað hevur avgerandi týdning, at tey, sum hava sína dagligu gongd her, trívast og kunnu vera errin av at fara til arbeiðis. Starvsfólkini eru tað týdningarmesta tilfeingið hjá bankanum, og vit arbeiða alsamt við trivnaði, menning og tiltøkum, sum stimbra samleikan og mentanina hjá fyritøkuni.

Vit gera eina trivnaðarkanning hvørt ár, har vit eggja øllum okkara starvsfólkum at siga sína hugsan um okkara arbeiðspláss. Úrslitini av seinastu kanningini vóru avbera góð - eisini tá ið vit sammeta úrslitini við aðrar fyritøkur bæði í Føroyum og uttanlands. Hyggja vit nøkur ár aftur, so síggja vit eisini, at trivnaðurin er hækkaður. Hetta eru vit sjálvsagt fegin um og arbeiða støðugt víðari við ymiskum tiltøkum og átøkum, sum stuðla undir trivnaðin. 

Starvsfólkatrivnaður

Føroya Banki skipar regluliga fyri tiltøkum, sum hava til endamáls at fremja starvsfólkatrivnaðin. Harumframt eggjar Føroya Banki eisini starvsfólkunum til at liva sunt, m.a. við at hava fruktskipanir á øllum deildunum hjá bankanum og avtalur við venjingarmiðstøðir.

Starv í Føroya Banka

Kundi tú hugsað tær at starvast hjá okkum ella at hoyrt meira um tínar møguleikar her? 

Les meira

Útbúgving og menning

Tá ið førleikastigið í starvsfólkahópinum er høgt, eru vit ein kappingarfør fyritøka. Tí virka vit alsamt fyri at menna okkara menniskjatilfeingi og soleiðis tryggja tilverugrundarlagið hjá bankanum og betra framtíðarmøguleikarnar hjá tí einstaka starvsfólkinum. Hvørt ár setur bankin eina munandi upphædd í at útbúgva nýggj starvsfólk og í eftirútbúgving, m.a. næmingaútbúgvingina og HD, 1. part, sum vit eggja øllum okkara atstøðingum til at taka.

Í sambandi við tær árligu starvsfólkamenningarsamrøðurnar, sum øll starvsfólk í bankanum taka lut í, umrøða vit menning og útbúgving. Á henda hátt fær tað einstaka starvsfólkið høvi at ávirka arbeiðsmenningina ein veg, sum bæði sampakkar við áhugan hjá starvsfólkinum og gagnar okkum sum fyritøku.


Næmingur í bankanum

Útbúgvingin

Les meira um, hvussu útbúgvingin er skipað.

Próvtøka

Fá meira at vita um próvtøkur.

Løn og arbeiðstíð

Hvussu nógv, og hvussu leingi? Fá meira at vita her.

Søgur frá næmingum

Les um royndir og upplivingar hjá fyrrverandi næmingum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv