Ársaðalfundurin hjá BankNordik verður hildin 26. mars sum upprunaliga ætlað
Av tí at BankNordik ikki væntar at fáa lógarheimildina frá myndugleikunum, sum krevst fyri at avlýsa ársaðalfundin, verður aðalfundurin hildin hósdagin 26. mars. Eftir ætlan verður einki vinningsbýti goldið fyri 2019.
Herfyri boðaði BankNordik frá ætlanini um at avlýsa ársaðalfundin til tess at fyri-byrgja smittu við koronavirusi. Avlýsingin var treytað av, at myndugleikarnir góvu neyðugu lógarheimildina til at avlýsa aðalfundin. Av tí at bankin nú ikki væntar, at lógarheimildin verður givin, er ætlanin at halda aðalfundin hósdagin 26. mars kl. 17, sum upprunaliga ætlað.
Til tess at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um at fyribyrgja smittu við COVID-19, verður roynt at avmarka ársaðalfundin so nógv sum til ber. Eitt nú verður nevndin ikki til staðar í hølunum hjá bankanum. Harumframt fer BankNordik at seta seg í samband við partaeigarar, ið hava teknað seg til aðalfundin, og mæla teimum til at geva bankanum fulltrú í staðin fyri at møta.

Nýggj avgerð um vinningsbýti fyri 2019
Tað er óvist, hvussu víðfevndar avleiðingar COVID-19 fer at hava fyri samfelagið og harvið eisini fyri virksemið hjá BankNordik, og tí er tað í løtuni sera trupult at meta um fíggjarligu útlitini hjá samtakinum.
Eftir ætlan skuldi bankin gjalda sínum íleggjarum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti fyri 2019. Broyttu og serstøku umstøðurnar hava tó við sær, at BankNordik ikki metir tað vera ráðiligt at gjalda vinningsbýti sum ætlað. Á aðalfundinum verður tí skotið upp, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019. Nevndin fylgir gongdini og av-leiðingunum av COVID-19 neyvt, og um støðan og útlitini batna seinni í ár, fer nevndin at viðgera spurningin um vinningsbýti fyri 2019 av nýggjum.