Nú kanst tú royna nýggja Netbankan

Vit menna í løtuni ein nýggjan Netbanka til allar okkara kundar. Hóast hann framvegis ikki er púra liðugur, kanst tú sum privatkundi longu nú royna hann á teldu og í appini á iPhone. Nýggi Netbankin fer at gera tað lættari hjá tær at fáa yvirlit og at avgreiða tíni fíggjarviðurskifti. M.a. kanst tú sum nakað nýtt síggja tíni realkredittlán, og í appini ber til at undirskriva skjøl.

Rita inn við Samleikanum

Allar funkur eru ikki liðugt mentar, og tí kanst tú vænta, at tillagingar verða gjørdar komandi tíðina. Trygdin er tó sjálvandi í hásæti, og sum nakað nýtt skalt tú rita inn í Netbankan við Samleikanum. Um tú ikki hevur fingið tær Samleikan, kanst tú skráseta teg á samleikin.fo.

Soleiðis gert tú

       


Sig tína meining

Vit vilja sera fegin hoyra tína meining um nýggja Netbankan, og tú kanst senda okkum tínar viðmerkingar beinleiðis í Netbankanum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv