Rentuhækking
Danski tjóðbankin hækkaði rentuna 4. mai, og í hesum sambandi fer BankNordik at hækka rentur á privatum og vinnuligum innlánum og útlánum. Rentan fyri vinnukundar hækkar tann 5. juni og fyri privatkundar tann 20. juni 2023 sum lýst niðanfyri.
Privat
- Innlánsrentur hækka við upp til 0,40%-stigum p.a.
- Útlánsrentur hækka við upp til 0,25%-stigum p.a.
Vinna
- Innlánsrentur hækka við upp til 0,25%-stigum p.a.
- Útlánsrentur hækka við upp til 0,25%-stigum p.a.
Broytingarnar verða at síggja her á heimasíðuni, tá ið tær fáa gildi.