Ikki møguligt at seta pening inn í sjálvtøkunum á Oknarvegi

Fyri at minka um trýstið á okkara sjálvtøkur um ólavsøkuna, verður ikki møguligt at seta pening inn í sjálvtøkunum á Oknarvegi frá fríggjadegnum 25. juli kl. 12.00 til mikudagin 30. juli. Til ber tó at taka pening út sum vant.

Tú kanst framvegis seta pening inn í okkara sjálvtøkum í Miðvági, Klaksvík, Saltangará og á Tvøroyri.

Vit ynskja øllum eina góða ólavsøku.