nytsluhamark

Hent at vita, um tú skalt keypa hondbóltsferð til Oslo

Mikudagin 21. mai byrjar sølan av ferðaseðlum og atgongumerkjum til EM-endaspælið í Oslo í januar 2026. Stórur áhugi er fyri at fara avstað, og vit vita, at nógv ætla sær at bíleggja ferðina saman í bólki. Av tí at talan tá kann gerast um stórar upphæddir, kann tað verða ein avbjóðing, um tú ikki hevur rætta gjaldskortið.

Um tú hevur eitt Mastercard

Við Mastercard kanst tú gjalda størri upphæddir; væntandi eina pakkaferð fyri umleið 8 fólk.

Um tú hevur eitt Visa/Dankort

Visa/Dankort hevur eitt nýtsluhámark á 25.000 kr. fyri hvørjar 14 dagar, og tí mást tú hava eitt Mastercard, um tú hevur tørv á at gjalda størri upphæddir. Tað ber til at bíleggja eitt Mastercard, sum tú fært atgongd til í netbankanum beinanvegin. Soleiðis gert tú:

  1. Send okkum eini boð í netbankanum
  2. Vit bíleggja tær eitt Mastercard
  3. Tú fært eina avtalu at undirskriva í netbankanum
  4. Tú sært títt nýggja Mastercard talgilt í netbankanum undir Míni kort, har kortnummarið eisini sæst
  5. Stovna eitt Nets loyniorð á heimasíðuni hjá Nets
  6. Tú kanst síðani brúka títt talgilda Mastercard til at gjalda á netinum
  7. Plastikkkortið kemur við postinum um nakrar vikur

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv