
Føroya Banki høvuðsstuðul hjá UArctic Congress 2026
Í døgunum 26.-29. mai verður altjóða ráðstevnan, UArctic Congress 2026, hildin við Tjarnir. UArctic Congress er ein afturvendandi ráðstevna, og hesaferð er tað Fróðskaparsetur Føroya, sum verður vertur fyri ráðstevnuna. Føroya Banki er høvuðsstuðul hjá ráðstevnuni.
Fleiri enn 1.000 luttakarar úr øllum heiminum koma til Føroya at deila vitan og kjakast um viðurskifti í og rundan um Arktis, og UArctic Congress er størsta ráðstevnan av sínum slagi, sum higartil verður hildin í Føroyum.
Við stuðlinum ynskir Føroya Banki at verða við til at styrkja arktiskt samstarv og skapa betri karmar fyri vitanardeilding og menning tvørtur um landamørk.
“Sum ein stór fíggjarfyritøka í bæði Føroyum og í Grønlandi vilja vit vera við til at stuðla menningini av burðardyggum samfeløgum. Arktis stendur framman fyri stórum broytingum og ikki minst vaksandi altjóða uppmerksemi, og tí er týdningarmikið at skapa góðar karmar fyri gransking og samstarvi”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.
Ein partur av stuðlinum er at lata pening til lesandi og granskarar í Grønlandi, sum við stuðli frá samtakinum kunnu luttaka á ráðstevnuni.
Til ráðstevnuna verða áleið 200 fyrilestrar innan hesi høvuðsevni:
-
Burðardygg vinnulig menning og altjóða samstarv
-
Hav og havrannsóknir
-
Veðurlagsbroytingar í Arktis
-
Lívfrøðiligt margfeldi
-
Upprunafólk og samfeløg í Norðri
Tú kanst lesa meira um UArctic Congress 2026 her.
