Tryggja lyklastarvsfólkini í tíni fyritøku
Við viðgerðartrygd kanst tú tryggja tín starvsfólkahóp ella nøkur útvald starvsfólk. Skuldi okkurt hent, t.d. skaði ella óhapp, kann ein við viðgerðartrygd fáa skjóta atgongd til kanning og viðgerð, og sostatt kunnu starvsfólk koma skjótari aftur til arbeiðis.
Skjót viðgerð er avgerandi
Við viðgerðartrygd sleppa starvsfólk til kanningar ella viðgerðar innan 10 arbeiðsdagar, eftir at sjúkrafráboðanin er góðkend. Okkara royndir vísa, at tá ið skaðin er hendur, er skjót kanning og viðgerð avgerandi fyri, hvussu skjótt starvsfólkið kemur aftur til arbeiðis.
Um ein gerst sjúk/ur ella verður fyri óhappi, kann tað ganga long tíð, áðrenn viðkomandi kemur fyri seg aftur. Og er talan um ein lyklapersón, sum røkir heilt serligar og avgerandi uppgávur í fyritøkuni, kann hetta langa tíðarskeiðið tyngja fyritøkuna. Men um starvsfólkið hevur viðgerðartrygd, sleppur viðkomandi skjótt framat viðgerð og sostatt skjótari aftur til arbeiðis.
Hetta er sjálvandi gott fyri sjálva fyritøkuna, men hetta hevur eisini stóran týdning fyri einstaka starvsfólkið, sum skjótari kann sleppa aftur til arbeiðið, ítriv og vanliga gerandisdagin.
Trivnaður á arbeiðsplássinum
Vit uppliva, at fleiri og fleiri fyritøkur tekna sínum starvsfólkum viðgerðartrygd. Eisini uppliva vit, at tað eru alsamt fleiri starvsfólk, sum eru tilvitað um hesa trygging.
Tá ið arbeiðsloysið er so lágt, sum tað er nú, gerst kappingin um starvsfólk, og kanska serliga kappingin um tey dugnaligu starvsfólkini, harðari. Fyri tey flestu er tað ikki bara lønin, sum hevur týdning, tá ið ein leitar sær arbeiði, men trivnaðurin á arbeiðisplássinum hevur nógv at siga. Tí er tað umráðandi sum arbeiðspláss at skapa tryggleika og trivnað hjá sínum starvsfólkum og vísa, at ein leggur í og tekur einstaka starvsfólkið í álvara – viðgerðartrygd kann vera eitt fet tann vegin.
Tú kanst lesa meira um viðgerðartrygd, og hvussu tú teknar tínum starvsfólk viðgerðartrygd á heimasíðuni hjá Trygd.