Ansa eftir kortinum
Svikarar finna í heilum uppá nýggjar mátar at royna at stjala ella avrita bæði kort og pin-kotur. Tí er tað umráðandi, at tú altíð ansar væl eftir bæði korti og pin-kotu. Her fært tú nøkur góð og einføld ráð um kort.
Soleiðis kanst tú fyribyrgja
- Halt fyri við hondini, so onnur ikki síggja, tá tú trýstir tína pin-kotu í einum terminali ella einari sjálvtøku.
- Hygg eftir sjálvtøkuni og samanber hana við aðrar sjálvtøkur. Er nøkur útgerð á sjálvtøkuni, ið ikki sær út til at vera ein upprunalutur? So nýt eina aðra sjálvtøku.
Tá ið tú keypir á netinum
Tá tú keypir á netinum, sært tú javnan hesar myndir:
Mastercard ID Check og Verified by Visa eru ein eyka trygd móti misbrúki av tínum gjaldskorti í sambandi við keyp á netinum. Um tú keypir í einum nethandli, sum er partur av hesari trygdarloysn, fært tú eini SMS-boð við einum loynitali við seks tølum, áðrenn tú endaliga kanst góðkenna keypið.
Tá ið tú fært eitt nýtt gjaldskort, er kortið sjálvvirkandi við í Mastercard ID Check ella Verified by Visa, um tú hevur givið okkum títt fartelefonnummar. Vilt tú broyta títt fartelefonnummar, kanst tú gera hetta í Netbankanum ella við at seta teg í samband við okkum.
Trygdarloysnin er brúkaravinarlig, tí tú sleppur undan at minnast eina sjálvvalda kotu, sum fyrr var ein partur av trygdarloysnini. Í staðin fært tú eini SMS-boð, sum ger tað skjótt og lætt at trýsta kotuna.
Ansa væl eftir loynitalinum
Skriva ongantíð loynitalið niður. Um tú ikki minnist títt loynital, kanst tú nýta ein minnislepa.