Vit seta pensjónina í íløgur

Vit seta tína pensjón í íløgur og umsita hana fyri teg. Hetta er ein góð loysn til tín, sum ynskir at betra fortreytirnar fyri einum størri avkasti av tíni pensjónssamansparing.

Soleiðis seta vit tína pensjón í íløgur

Okkara serfrøðingar seta tín pening í virðisbrøv og hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur, soleiðis at tín pensjónssamansparing altíð stendur har, sum hon hevur bestu møguleikarnar fyri at geva tær eitt størri avkast.

Pensjón og gongdin

Eftirløn – vel tínar egnu íløgur

Umframt eftirlønarrøkt, ið bankin umsitir tína vegna, ber eisini til hjá tær at stovna eftirlønargoymslu, ið tú sjálv/ur kanst umsita. Við slíkari goymslu kanst tú í størri mun gera av, júst hvørjar íløgur skulu gerast fyri eftirlønaruppsparingina hjá tær. Niðanfyri sært tú treytir, sum eru galdandi í hesum sambandi.

Um tú ert yngri enn 60 ár

Tú kanst seta 100% av eftirlønaruppsparingini í partabrøv við hesum avmarkingum:

  • Í minsta lagi 50% skulu setast í útvald íløguprógv ella útvaldar ETF’arar
  • Í mesta lagi 50% kunnu setast í onnur virðisbrøv
  • Í mesta lagi 10% av samlaðu eftirlønaruppsparingini kunnu setast í eitt ávíst virðisbræv
  • Tó ber altíð til at seta 20.000 kr. í eitt ávíst virðisbræv, um avmarking 1 omanfyri samstundis verður hildin

Íløguprógv ella ETF’arar við lánsbrøvum og tøkur peningur á kontuni, ið er knýtt at eftirlønargoymsluni, telja sum útvald íløguprógv og útvaldir ETF’arar.

Um tú ert millum 60 og 65 ár

Í minsta lagi 20% av eftirlønaruppsparingini skal setast í íløguprógv ella ETF’arar við lánsbrøvum ella vera tøkur peningur á kontuni, ið er knýtt at eftirlønargoymsluni.
Sostatt kann í mesta lagi 80% av eftirlønaruppsparingini setast í partabrøv við hesum avmarkingum:

  • Í minsta lagi 40% skulu setast í útvald íløguprógv ella útvaldar ETF’arar
  • Í mesta lagi 40% kunnu setast í einstøk partabrøv, onnur íløguprógv ella aðrar ETF’arar
  • Í mesta lagi 10% av samlaðu eftirlønaruppsparingini kunnu setast í eitt ávíst virðisbræv

Tó ber altíð til at seta 20.000 kr. í eitt ávíst virðisbræv, um avmarking 1 omanfyri samstundis verður hildin

Um tú ert eldri enn 65 ár

Í minsta lagi 40% av eftirlønaruppsparingini skal setast í íløguprógv ella ETF’arar við lánsbrøvum ella vera tøkur peningur á kontuni, ið er knýtt at eftirlønargoymsluni.
Sostatt kann í mesta lagi 60% av eftirlønaruppsparingini setast í partabrøv við hesum avmarkingum:

  • Í minsta lagi 30% skulu setast í útvald íløguprógv ella útvaldar ETF’arar
  • Í mesta lagi 30% kunnu setast í einstøk partabrøv, onnur íløguprógv ella aðrar ETF’arar
  • Í mesta lagi 10% av samlaðu eftirlønaruppsparingini kunnu setast í eitt ávíst virðisbræv

Tó ber altíð til at seta 20.000 kr. í eitt ávíst virðisbræv, um avmarking 1 omanfyri samstundis verður hildin

Útvald íløguprógv og útvaldir ETF’arar

Hetta eru virðisbrøv, ið bankin hevur útvalt útfrá kravi um váðaspjaðing. Sí lista við hesum virðisbrøvum við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. 

Listi við útvaldum virðisbrøvum.

Hvussu geri eg íløgurnar?

Sjálvt um tú sjálv/ur kanst gera av, hvørji virðisbrøv eftirlønaruppsparingin skal setast í, ber ikki til hjá tær at avgreiða keyp ella sølur sjálv/ur, tá talan er um eftirløn. Í staðin kunnu keyp og sølur avgreiðast soleiðis:

  • Tú velur virðisbrøvini, sum skulu keypast ella seljast
  • Tú boðar bankanum frá
  • Bankin avgreiðir keyp ella sølur tína vegna

Les eisini

Tú gert íløgurnar

At seta pengarnar í íløgur gevur tær betri møguleikar at fáa meira burtur úr tíni samansparing.

Treytir og skjøl

Her finnur tú eitt yvirlit yvir okkara treytir og prísir.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv