Samansparingar
Við einari samansparing kanst tú fáa peningin at vaksa og harvið skjótari røkka tínum málum. Ein samansparing tryggjar teg í tí dagliga og er týdningarmikil fyri eina sunna fíggjarstøðu.
Samansparing+
- Renta: 0,10%
- Eingin uppsagnartíð
- Einki lágmark
- Hámark: 1.000.000 kr.
- Tú kanst stovna fasta flyting ella seta pening inn, tá tú vilt
- Ein ókeypis flyting um mðr. Eftirfylgjandi kostar hvør flyting 40 kr.
Samansparing (3 mðr. uppsøgn)
- Renta: 1,50%
- 3 mánaðar uppsagnartíð
- Einki lágmark
- Einki hámark
- Tú kanst hava fleiri samansparingarkontur

Hárentukontur
Ein hárentukonta er til tín, sum ikki skalt brúka pengarnar beinanvegin. Soleiðis kanst tú við fyrimuni binda pengarnar í eini uppsparing við fastari og góðari rentu í eitt ella tvey ár.

Avtaluinnlán
Við avtaluinnláni gert tú eina einstaka avtalu um innlán, sum tú bindur í eitt tíðarskeið og við eini rentu, sum er avtalað frammanundan. Avtalan kann ikki sigast upp í bindingartíðarskeiðinum, og bindingartíðarskeiðið kann vera millum 5-15 mánaðir. Upphæddin skal í minsta lagi vera 5 mió. kr., og einki hámark er fyri, hvussu stórt avtaluinnlánið kann vera. Tá ið avtalan gongur út, verður renta løgd aftrat.
