Lesandi

Sum lesandi hevur tú óivað nógv annað spennandi at brúka tíðina til enn tíni fíggjarligu viðurskifti – men vánalig fíggjarlig viðurskifti kunnu viðhvørt fylla sera nógv. Tí hava vit sett nøkur góð ráð saman til tín, ið ert undir útbúgving. So kanst tú nevniliga brúka orkuna til tað, ið hevur týdning fyri teg.


Studerende laver gruppearbejde

Studningur

Studningurin er ymiskur alt eftir, hvørja útbúgving, tú tekur, um tú ert undir ella yvir 18 ár, og um tú býrt heima hjá foreldrunum ella hevur egnan bústað.

Góð ráð til tín,
ið ert lesandi

Tað er ymiskt frá lesandi til lesandi, um tú klárar teg við einans studningi ella hevur eitt lestrarstarv við síðuna av lesnaðinum.
Óansæð hvør tín støða er, so kanst tú uttan iva fáa ágóðan av hesum 4 ráðum, ið vit hava sett saman júst til tín. 

 

#1 Legg eina fíggjarætlan

Tað er týdningarmikið at hava neyðuga yvirlitið yvir tínar pengar, soleiðis at tú veitst, hvørjar inntøkur (studningur, løn v.m.) og útreiðslur (húsaleiga, trygging, telefon o.a.), tú hevur hvønn mánað. Her kann ein fíggjarætlan vera eitt hent amboð til at geva samlaðu myndina, so tú altíð hevur pengar tøkar - eisini seinast í mánaðinum. 

#2 Fá tær eitt lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp til at fáa endarnar til at røkka og sær gott út á tínum lívrensli (CV). Eitt lestrarstarv kann nevnliga hava stóra ávirkan á tína framtíðar yrkisleið, av tí at tú fært møguleikan at royna teg í arbeiðslívinum og økja um títt netverk, ið kann hava avgerandi týdning, tá ið tú skalt finna títt fyrsta starv eftir loknan lesnað.

#3 Spar saman

Set pening til síðis í fíggjarætlanini til feriur og gávur. Soleiðis hevur tú altíð nokk av pengum – eisini í ferium, og tá ið nógvir føðingardagar eru. Niðanfyri kanst tú rokna teg fram til, hvussu nógv, tú kanst leggja til síðis. 




#4 Ger eina matætlan og keyp skilagott inn

Ger eina matætlan fyri komandi vikuna og keyp inn til alla vikuna, soleiðis at tú kanst endurnýta ymiskar rávørur og ikki endar við at keypa inn við tómum maga - sum ofta endar við at gerast dýrt.

Ungdómsbankin

Ungdómsbankin er til tín millum 18-28 ár.

Útisetar

Vit hjálpa tær í útlegd - bæði áðrenn tú fert uttanlands, meðan tú ert uttanlands, og tá tú skalt flyta heim aftur til Føroya.

Lestrarstarv

Eitt lestrarstarv er bæði ein góð fíggjarlig hjálp og sær eisini gott út á tínum lívsrensli (CV).

Flyta saman

At flyta saman er ein spennandi tíð við nógvum møguleikum, men eisini við nógvum nýggjum avbjóðingum. 

Ungdómsbankin

Vit eru her fyri at hjálpa tær

330 330

Send okkum boð