Dótturfeløg
Trygd
BankNordik eigur 100% av partapeninginum í tryggingarfelagnum Trygd.
Trygd veitir fulla tryggingartænastu til einstaklingar, handils- og vinnufyritøkur, umframt til kommunalar og almennar stovnar.
Trygd hevur høvuðsskrivstovu í Havn og veitir sínar tænastur gjøgnum deildirnar hjá BankNordik kring landið. Vitja heimasíðuna hjá Trygd.
Skyn
Í november 2006 setti BankNordik á stovn sína egnu fastognarmeklarafyritøku, Skyn. Skyn fór undir virksemið í februar 2007 og virkar í tøttum samstarvi við kundaráðgevarnar í BankNordik. Skyn hevur sítt virksemi í hølum í Havnini, men er sjónligt í øllum deildum bankans.
Felagið miðar eftir at økja um gjøgnumskygnið og trúvirðið á føroyska fastognarmarknaðinum og marknaðarførir seg sjálvt undir virðisorðingini “álit, dygd, gjøgnumskygni og varandi kundanøgdsemi.” Millum annað hevur Skyn fingið í lag hvørja ferð at lata eina óhefta støðulýsing í sambandi við sølu og keyp. Vitja heimasíðuna hjá Skyn.
NordikLív
NordikLív er eitt sterkt føroyskt lívstryggingarfelag, sum er góðkent av Tryggingareftirlitinum.
NordikLív er dótturfelag hjá BankNordik og varð stovnað í 2015. Felagið hevur skrivstovu í høvuðssæti bankans í Havn og veitir sínar tænastur gjøgnum NordikPensjón.
Les roknskapir hjá NordikLív