Atgongd til upplýsingar umfíggjarviðurskifti umvegis Borgaragluggan
Tá tú tekur lán í peningastovni, kann peningastovnurin senda tær eina umbøn um at fáa neyðugar upplýsingar um tíni fíggjarviðurskifti, td. løn, ogn og skatt.
Niðanfyri kann tú lesa, hvussu tú gevur peningastovninum loyvi at fáa hesar upplýsingar.
Soleiðis gert tú:
Far inn á www.borgaragluggin.fo, rita inn við Samleikanum. Tá tú ert ritaður inn, sært tú umbønina frá peningastovninum undir ”Nýggjastu hendingar”. Vel nýggjastu “Umbøn frá Peningastovni”.
Tú kemur nú inn á síðuna “Grundupplýsingar/fulltrúir” og sært eitt reytt rópitekin (!), ið vísir, at tú hevur eina óviðgjørda umbøn frá Føroya Banka.
Trýst á pílin frammanfyri dagfestingina á umbønini. Nú fær tú fleiri valmøguleikar. Tú skalt seta flugubein í allar valmøguleikarnar.
Um tú ikki velur at seta flugubein í allar valmøguleikarnar, skalt tú senda okkum annað skjalprógv fyri hesar upplýsingar.
Trýst á ”Víðari”, tá tú hevur valt. Kanna eftir, um alt er tikið við, sum tú vilt upplýsa.
Set síðani flugubein í “Eg havi lisið treytirnar” og vel til seinast “Gev loyvi”.
Nú hevur tú givið okkum loyvi at síggja upplýsingarnar frá d.d. og 14 dagar fram.