Hvaðani koma pengarnir frá

Flytur tú pengar frá einum øðrum peningastovni, mugu vit hava prógv fyri, hvaðani pengarnir koma.

Skjalprógvið avhongur av, hvaðani pengarnir koma. Endamálið við skjalprógvanini er, at skilja, hvaðani pengarnir stava frá. Tí má skjalprógvið vísa ta upphæddina, sum verður flutt til bankan.

Her eru nøkur dømi um neyðuga skjalprógvan:

Hevur tú spart pengar upp í einum øðrum peningastovni?

Har du sparet penge op i et anden pengeinstitut

Vit mugu hava kontoavrit 4-12 mðr. aftur, so vit kunnu síggja, at pengar leypandi eru spardir saman.


Hevur tú selt eitt hús, ein bil ella líknandi?
- Vit mugu hava skeyti ella líknandi skjal, sum vísir upphæddina.
- og við kontoavriti 4-12 mðr. aftur, sum vísir upphæddina.

Hevur tú fingið vinningsbýti frá einari fyritøku?
- Vi mugu síggja kontoavrit, sum vísir, at tú fært vinningsbýti frá einari fyritøku, sum tú eigur í.

G.G. Fleiri onnur dømi kunnu vera. Um tú ivast, set teg í samband við tín ráðgeva.

Tú kanst trygt senda okkum skjøl við at trýsta á knøttin niðanfyri og rita inn við Samleikanum.