Takk fyri bíleggingina
Vit hava móttikið tína bílegging. Nú manglar tær bert at undirskriva avtalurnar, so eru tínar kontur klárar.
Um tú hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at venda tær til okkara á 330 330 ella á kundi@bankin.fo.
Soleiðis er mannagongdin
- Tú fært eini SMS-boð innan tveir yrkadagar, tá avtalurnar eru klárar at undirskriva.
- Tú undirskrivar talgilt við Samleikanum við at fylgja hesum leinki https://www.banknordik.fo/lobby/login. Hetta leinkið verður eisini sent til tín við SMS.
- Fáar minuttir eftir, at tú hevur undirskrivað, er klárt at rita inn í Netbankan. Tá sært tú eisini tínar nýggju kontur í Netbankanum.
- Um tú hevur bílagt kort, er kortið eisini sjónligt í tínum Netbanka. Har fært tú tikið kortið niður á wallet á telefonini at nýta beinanvegin. Fysiska kortið fært tú við posti einar 10-14 dagar eftir, at avtalan er undirskrivað.
Netbankin á telefonina
Um tú ikki longu hevur Netbankan á telefonini, ráða vit tær til tað. Tú finnur Netbankan við at skriva "BankNordik" í App Store og Google Play. Í Netbankanum er eisini møguligt at samskifta trygt við okkum.
Vegleiðing
Til at hjálpa tær í gongd, hava vit gjørt eina vegleiðing til flestu funkur í Netbankanum. Hon er at finna her á okkara heimasíðu undir «Hjálp»