Kunning í sambandi við CPR-tilburð í Danmark

Danskir myndugleikar hava í dag kunnað um, at óviðkomandi hava fingið fatur á millum annað navni, bústaði og CPR-nummari hjá áleið 8,8 mió. fólkum, sum eru skrásett í donsku CPR-skránni. Talan er bæði um núlivandi, fráflutt og fólk, sum ikki eru á lívi longur. 

Hevur tú eitt danskt CPR-nummar, ella hevur tú havt eitt áður, er tað umráðandi, at tú ert serliga ansin. 

Upplýsingar um bankakontur eru ikki partur av CPR-skránni, og eitt CPR-nummar gevur ikki í sjálvum sær atgongd til netbankan ella MitID. Vandin er hinvegin, at svikarar kunnu brúka upplýsingarnar til at gera sínar royndir at svika meira sannførandi. Tey kunnu til dømis geva seg út fyri at vera frá bankanum, Nets, løgregluni ella einum almennum myndugleika og brúka persónligar upplýsingar um teg fyri at tykjast meira álítandi.

 

Soleiðis verjir tú teg best

Fyri at tryggja teg best móti svikálopum, viðmæla vit tær, at tú:

  • Ert serliga ansin í sambandi við óvæntaðar telefonuppringingar, SMS-boð og teldupostar. Svikarar kannu brúka upplýsingarnar til at fáa uppringingina ella boðini at síggja álítandi út. 
  • Ikki trýstir á leinki í óvæntaðum boðum. Fært tú óvæntað boð frá einari fyritøku ella myndugleika, far so sjálv/ur inn á heimasíðuna ella appina hjá teimum. Set teg í samband við tey, um tú ert í iva.
  • Lat ongantíð loyniorð, einnýtiskotur, kortupplýsingar ella upplýsingar úr Samleikanum ella MitID frá tær. Bankar og myndugleikar biðja teg ongantíð um at upplýsa loyniorð ella einnýtiskotur ella um at góðkenna okkurt í MitID ella Samleikanum umvegis telefon, SMS ella teldupost.
  • Góðkenn ongantíð nakað í MitID ella Samleikanum, sum tú ikki sjálv/ur hevur sett í gongd. Ver serliga ansin, um onkur biður teg góðkenna okkurt fyri at „tryggja“ kontuna ella pengarnar hjá tær.
  • Ert tú í iva, enda samrøðuna og ring sjálv/ur aftur til høvuðsnummarið. Sigur onkur seg vera frá bankanum, Nets, løgregluni ella einum øðrum myndugleika og biður teg lata upplýsingar frá tær ella gera okkurt, enda so samrøðuna. Finn høvuðsnummarið hjá viðkomandi fyritøku ella stovni og ring aftur.
  • Hevur tú danskt CPR-nummar, kanst tú umhugsa at stovna eina kredittávaring á borger.dk. Ein kredittávaring verður skrásett í CPR og ger tað truplari hjá øðrum at taka lán ella fáa kreditt í tínum navni.

 

Minst til at vit og hinir peningastovnarnir ongantíð biðja teg lata loyniorð ella einnýtiskotur frá tær ella góðkenna nakað í Samleikanum ella MitID, sum tú ikki sjálv/ur hevur sett í gongd. 

Hevur tú latið upplýsingar frá tær, góðkent nakað í Samleikanum ella MitID, sum tú ikki sjálv/ur hevur sett í gongd, ella hevur tú illgruna um misnýtslu, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við okkum.

Hevur tú latið kortupplýsingar frá tær, eigur tú beinanvegin at sperra kortið.

Les eisini almennu tilmælini hjá donsku myndugleikum á www.sikkerdigital.dk.