
Vegleiðing
Flytingar
Vanlig flyting
Soleiðis stovnar tú eina vanliga flyting:
- Trýst á pílarnar niðalaga á forsíðuni (sí mynd niðanfyri).
- Um talan er um flyting til eitt kontunummar, tasta inn upphædd. Tú kanst eisini velja Inngjaldskort ella Útlandsflytingar.
- Vel hvørja kontu, ið flytingin skal av.
- Skriva ella vel móttakarakontu.
- Tú kanst nú velja at skriva eini boð til móttakara, skriva tekst á egið kontuavrit ella goyma til seinni.
- Tá flytingin skal fremjast, góðkenn við at sveipa pílin til høgru.
- Ymsar flytingar krevja ymsar góðkenningar. Summar skulu góðkennast við Samleikanum, meðan aðrar verða góðkendar við einnýtisloynitali. Tú fært boð, tá flytingin er góðkend.
Føst flyting
Soleiðis stovnar tú eina fasta flyting:
- Trýst á valmyndina (sí mynd niðanfyri).
- Vel "Flytingar".
- Vel "Fastar flytingar".
- Trýst á "+" (sí mynd niðanfyri).
- Fyll út teigarnar og stovna flytingina (sí mynd niðanfyri).
Skundflyting
Um tú flytir til eina kontu í øðrum peningastovni, ber til hjá móttakaranum at fáa flytingina innan fá sekund, um tú gert eina skundflyting.
GG!
Ein skundflyting hevur ein eyka kostna. Tú sært prísirnar her.
Soleiðis gert tú eina skundflyting:
- Fylg vegleiðingini at stovna vanliga flyting omanfyri.
- Áðrenn tú sveipar at góðkenna flytingina, trýst á dagfestingina.
- Trýst á "Flytingarslag", vel Skundflyting og síðani "Avgreið".
- Góðkenn flytingina sum vant.
Broyta í fastari flyting
Soleiðis broytir tú í einari fastari flyting:
- Trýst á valmyndina (sí mynd omanfyri).
- Vel "Flytingar".
- Vel "Fastar flytingar". Síðani sært tú eitt yvirlit yvir tínar føstu flytingar.
- Trýst á teir tríggjar prikkarnar høgrumegin flytingina, sum tú vilt broyta.
- Vel "Broyt".
Yvirlit yvir fastar flytingar
Soleiðis finnur tú yvirlit yvir tínar føstu flytingar:
- Trýst á valmyndina (sí mynd omanafyri).
- Vel "Flytingar".
- Vel "Fastar flytingar".
Stovna gjaldsavtalu
Soleiðis stovnar tú eina nýggja gjaldsavtalu:
- Trýst á valmyndina (sí mynd omanfyri).
- Vel "Flytingar".
- Vel "Gjaldsavtalur". So sært tú eitt yvirlit yvir tínar virknu gjaldsavtalur.
- Trýst á "+" ovast í høgra horni.
- Fyll út teigarnar og trýst á "Stovna BS-avtalu".
Yvirlit yvir gjaldsavtalur
Soleiðis finnur tú eitt yvirlit yvir tínar gjaldsavtalur:
- Trýst á valmyndina (sí mynd omanfyri).
- Vel "Flytingar".
- Vel "Gjaldsavtalur". So sært tú eitt yvirlit yvir tínar virknu gjaldsavtalur.
Inngjaldskort
Soleiðis stovnar tú eina flyting við inngjaldskorti:
Soleiðis gert tú:
- Trýst á bláa knøttin niðast til høgru (sí mynd ovast).
- Vel "Inngjaldskort" (sí mynd omanfyri).
- Skriva upphædd og vel hvørja kontu peningurin skal flytast av.
- Tøppa nummarið á inngjaldskortinum inn og vel "Halt fram".
- Tryggja, at upplýsingarnar eru rættar og góðkenn flytingina.
Flytingar, ið skulu góðkennast
Í útbakkanum liggja flytingar, ið eru klárar at verða góðkendar.