Snildari og snøggari
Skift til nýggja Netbankan
Vit hava ment nýggjan Netbanka. Tí er týdningarmikið, at tú skiftir til nýggja Netbankan - bæði á app og teldu.
Nýggi Netbankin - snildari og snøggari
Nýggi Netbankin ger tað lættari hjá tær at fáa yvirlit og avgreiða tíni fíggjarviðurskifti.
Sum nakað nýtt kanst tú millum annað:
- Síggja tína pin-kotu
- Síggja títt realkredittlán
- Undirskriva skjøl í appini
- Síggja tína skjalagoymslu í appini
Rita inn við Samleikanum
Trygdin í nýggja Netbankanum er í hásæti, og sum nakað nýtt skalt tú rita inn í Netbankan við Samleikanum.
Um tú ikki hevur fingið tær Samleikan, kanst tú skráseta teg á samleikin.fo.
Sig tína meining
Vit vilja sera fegin hoyra tína meining um nýggja Netbankan, og tú kanst senda okkum tínar viðmerkingar beinleiðis í Netbankanum.