Fyrimunakipanin Nordik

Hvørjar fyrimunir fái eg við Nordik?

Á øllum stigum í Nordik fært tú rentufyrimunir á útvaldum tænastum. Tú fært ókeypis Netbanka og harumframt stóran avsláttur av kortgjøldum, og tá ið tú skalt veksla gjaldoyra.

Við Nordik+ ella NordikPremium fært tú enn fleiri fyrimunir. Les meira.

Hvussu gerist eg Nordik-kundi?

Tú meldar teg til skipanina umvegis tín ráðgeva í BankNordik. Tá ið bankin góðkennir umsókn og tilmelding, er tað við støði í eini ítøkiligari kredittmeting og fíggjarviðurskiftum tínum ella familjunnar við bankan. ”Familja” skal skiljast sum í mesta lagi 2 vaksin, ið eru skrásett at hava sama bústað umframt børn yngri enn 18 ár, ið búgva heima.

Hvussu nógv spari eg við Nordik?

Fyri at finna fram til tað stigið, ið hóskar til tín, og harvið vísa á ítøkiligar sparingar í tínum føri, er neyðugt at hava ein fund, har vit gjøgnumganga tíni fíggjarviðurskifti og talið á tænastubólkum. Út frá hesum kunnu vit síðani rokna út, hvussu nógv tú kanst spara.

Hvar síggi eg galdandi prísir fyri Nordik?

Prísir, tænastur og fyrimunir eru at síggja í galdandi prísbók. Prísbókin er at finna her umframt á øllum deildum bankans.

Kostar tað at gerast Nordik-kundi?

Nei, tað er ókeypis at gerast Nordik-kundi.

Hvørja rentu kunnu tit bjóða mær, um eg gerist Nordik-kundi?

Fyri hvørt stigið er eitt rentuspenni ásett fyri útlán og kredittir, ið eru fevnd av fyrimunaskipanini. Tá ið tú meldar teg til Nordik, verður tú, út frá kredittmetingini, settur inn í rentuspennið á stignum, tú hevur meldað teg til. Rentuspennið sæst í prísbókini.

Hvørjum viðurskiftum verður hugt at, tá ið tit kredittmeta meg sum kunda?

Kredittmetingin verður framd við støði í ymiskum upplýsingum um teg, m.a. inntøkuviðurskiftum, ogn, skuld, nýtslu, aldri og fyrrverandi fíggjarviðurskiftum.

Hvussu verða míni samlaðu fíggjarviðurskifti roknað út?

Samlaðu fíggjarviðurskifti tíni við bankan verða roknað út sum ein samanlegging av:

  • Saldum á útlánum og kredittum
  • Kursvirði á BankNordik virðisbrævagoymslum, ið eru knýttar at Persónligari PensjónsRøkt, Persónligari OgnarRøkt, Ráðgevingaravtalu og serstøkum ognarrøktaravtalum
  • Kursvirði á íløguprógvum frá íløgufeløgum, sum BankNordik samstarvar við
  • Restskuldini á DLR-realkredittlánum

Til ber at lesa eina nágreiniliga lýsing av treytunum fyri fyrimunaskipanina her.

 

Kann eg siga upp avtaluna, um eg ynski tað?

Tú kanst til hvørja tíð siga teg burtur úr fyrimunaskipanini uttan freist. Vanligu prísir bankans eru galdandi frá tí degi, útmeldingin fær gildi. Prísir bankans eru at finna í teirri til hvørja tíð galdandi prísbók, ið er at finna á her umframt á øllum deildum bankans.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv