
Pensjónsrøkt
Við pensjónsrøkt fært tú persónliga røkt av tínari pensjónssamansparing. Hetta er ein góð loysn til tín, sum ynskir at betra tínar fortreytir fyri størri avkasti av tínari pensjónssamansparing.
Stutt um pensjónsrøkt
Okkara serfrøðingar seta tín pening í virðisbrøv og hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur, soleiðis at tín pensjónssamansparing altíð stendur har, sum hon hevur bestu møguleikarnar fyri at geva tær eitt størri avkast.

Dømið her vísir eina pensjón við einum mánaðarligum inngjaldi á 3.600 kr.. Blái pílurin vísir eitt dømi, har peningurin stendur á eini pensjónskontu við 2,60% rentu í 20 ár. Brúni pílurin vísir eitt dømi, um peningurin er settur í íløgur við einum miðal avkasti á 7% yvir 20 ár.

Fyrimunir við at seta pensjónina í íløgur
- Økir møguleikan fyri størri avkasti av tínari pensjónssamansparing
- Tú fært eina persónliga pensjónsskipan, ið verður lagað eftir tær og tínum íløguprofili
- Okkara serfrøðingar hava støðugt eftirlit við og røkta tínar íløgur
- Tú hevur fult yvirlit og gjøgnumskygni í Netbankanum
Eftirløn – vel tínar egnu íløgur
Umframt eftirlønarrøkt, ið bankin umsitir tína vegna, ber eisini til hjá tær at stovna eftirlønargoymslu, ið tú sjálv/ur kanst umsita. Við slíkari goymslu kanst tú í størri mun gera av, júst hvørjar íløgur skulu gerast fyri eftirlønaruppsparingina hjá tær. Niðanfyri sært tú treytir, sum eru galdandi í hesum sambandi.
Um tú ert yngri enn 60 ár
Tú kanst seta 100% av eftirlønaruppsparingini í partabrøv við hesum avmarkingum:
- Í minsta lagi 50% skulu setast í útvald íløguprógv ella útvaldar ETF’arar
- Í mesta lagi 50% kunnu setast í onnur virðisbrøv
- Í mesta lagi 10% av samlaðu eftirlønaruppsparingini kunnu setast í eitt ávíst virðisbræv
- Tó ber altíð til at seta 20.000 kr. í eitt ávíst virðisbræv, um avmarking 1 omanfyri samstundis verður hildin
Íløguprógv ella ETF’arar við lánsbrøvum og tøkur peningur á kontuni, ið er knýtt at eftirlønargoymsluni, telja sum útvald íløguprógv og útvaldir ETF’arar.
Um tú ert millum 60 og 65 ár
Í minsta lagi 20% av eftirlønaruppsparingini skal setast í íløguprógv ella ETF’arar við lánsbrøvum ella vera tøkur peningur á kontuni, ið er knýtt at eftirlønargoymsluni.
Sostatt kann í mesta lagi 80% av eftirlønaruppsparingini setast í partabrøv við hesum avmarkingum:
- Í minsta lagi 40% skulu setast í útvald íløguprógv ella útvaldar ETF’arar
- Í mesta lagi 40% kunnu setast í einstøk partabrøv, onnur íløguprógv ella aðrar ETF’arar
- Í mesta lagi 10% av samlaðu eftirlønaruppsparingini kunnu setast í eitt ávíst virðisbræv
- Tó ber altíð til at seta 20.000 kr. í eitt ávíst virðisbræv, um avmarking 1 omanfyri samstundis verður hildin
Um tú ert eldri enn 65 ár
Í minsta lagi 40% av eftirlønaruppsparingini skal setast í íløguprógv ella ETF’arar við lánsbrøvum ella vera tøkur peningur á kontuni, ið er knýtt at eftirlønargoymsluni.
Sostatt kann í mesta lagi 60% av eftirlønaruppsparingini setast í partabrøv við hesum avmarkingum:
- Í minsta lagi 30% skulu setast í útvald íløguprógv ella útvaldar ETF’arar
- Í mesta lagi 30% kunnu setast í einstøk partabrøv, onnur íløguprógv ella aðrar ETF’arar
- Í mesta lagi 10% av samlaðu eftirlønaruppsparingini kunnu setast í eitt ávíst virðisbræv
- Tó ber altíð til at seta 20.000 kr. í eitt ávíst virðisbræv, um avmarking 1 omanfyri samstundis verður hildin
Útvald íløguprógv og útvaldir ETF’arar
Hetta eru virðisbrøv, ið bankin hevur útvalt útfrá kravi um váðaspjaðing. Sí lista við hesum virðisbrøvum við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Listi við útvaldum virðisbrøvum.
Hvussu geri eg íløgurnar?
Sjálvt um tú sjálv/ur kanst gera av, hvørji virðisbrøv eftirlønaruppsparingin skal setast í, ber ikki til hjá tær at avgreiða keyp ella sølur sjálv/ur, tá talan er um eftirløn. Í staðin kunnu keyp og sølur avgreiðast soleiðis:
- Tú velur virðisbrøvini, sum skulu keypast ella seljast
- Tú boðar bankanum frá
- Bankin avgreiðir keyp ella sølur tína vegna