Burðardygd - Orkulán

Íløgur, ið gera mun

Burðardyggar íløgur eru íløgur í fyritøkur, ið reka sítt virksemi á ábyrgdarfullan hátt. Við støði í altjóða ásetingum gera burðardyggar íløgur tað møguligt hjá okkum at stuðla fyritøkum, ið lúka eina røð av umhvørvis-, samfelags- og leiðslukrøvum (ESG).

Íløgur, ið gera mun ...

Her eru nøkur dømi um, hvussu nógv CO2-útlát tú kanst minka um við at gera nakrar broytingar gjøgnum eitt arbeiðslív (áleið 42 ár):

  • 91 tons av CO2, um tú setur 100.000 kr. í ábyrgdarfullar íløgur
  • 30 tons av CO2, um tú flýgur eina ferð færri til París um árið
  • 20 tons av CO2, um tú í gerandisdegnum velur at súkkla í staðin fyri at koyra bil
  • 8 tons av CO2, um tú skiftur tíggju 60W perur út við LED-ljós
  • 2 tons av CO2, um tú heingir klæðir út á snorin ístaðin fyri at brúka turkitrumlu

Ábyrgdarfullar íløgur við nøktandi avkasti


Tá ið vit gera íløgur fyri teg, leggja vit dent á, at íløgurnar verða gjørdar í partabrøv hjá fyritøkum, ið eru væl riknar við atliti at umhvørvinum og samfelagsábyrgd. Tað merkir, at velur tú at gera burðadyggar íløgur, hevur tú møguleika at ávirka fyritøkur rætta vegin, samstundis sum tú fært eitt nøktandi avkast av tínum íløgum.

Vit samstarva við íløguveitarar, ið leggja dent á at tryggja eitt nøktandi avkast, og at íløgurnar verða gjørdar í fyritøkur, ið lúka ávís krøv í sambandi við burðardygd og samfelagsábyrgd. 

Kom væl frá byrjan, tá tú skalt gera íløgur

Tað eru fleiri ymiskir íløgumøguleikar at velja ímillum. Tú kanst velja, um tú sjálv/ur vilt gera íløgurnar, ella um vit skulu gera tað fyri teg. Sama hvat tú velur, hevur tú altíð møguleika at velja burðardygt. 

Ger burðardyggar íløgur í Netbankanum

Við okkara íløguloysn, sum vit samstarva við Saxo um, kanst tú keypa og selja burðardygg virðisbrøv í Netbankanum. Í handilspallinum kanst tú lætt og ómakaleyst fáa yvirlit yvir grønar fyritøkur. 

Hvønn mun ger tað?

Okkara samstarvsfelagi á íløguøkinum, BankInvest, hevur ment eitt amboð, har tú kanst kanna, hvønn mun tað ger fyri teg, umhvørvið og títt avkast, um tú velur at seta tína samansparing í burðardyggar íløgur.