skriva til okkara og spyr

Spyr okkum um alt

Tað skal vera lættari hjá tær at spyrja og at fáa svar. Tí hava vit á síðuni her gjørt tað møguligt hjá øllum at skriva dulnevndar spurningar til okkara í Føroya Banka, Trygd og Skyn. Hvørja viku velja vit ein spurning úr rúgvuni, og so spyrja vit eitt starvsfólk her í samtakinum, sum veit nakað um evnið. Fylg við á okkara sosialu miðlum, har vit leggja svarini út.

Send dulnevndan spurning til okkum

 

Takk fyri góðar spurningar

Vit hava longu fingið nógvar góðar spurningar. Summi svar verða løgd út sum filmsbrot á okkara sosialu miðlar, og aðrar spurningar svara vit skrivliga her. 
Niðanfyri kanst tú lesa summar av spurningunum, sum onnur hava sent inn til okkara. 


Sethúsalán

Vit hava eitt lán og ætla at inrætta kjallaran. Tí kundu vit hugsað okkum at hækkað lánið til at gera hetta. Skal man hava eginfígging til at hækka lánið?

Tað er ikki neyðugt við eginfígging, tá talan er um umvæling av sethúsinum.

Nú veit eg ikki, hvussu tykkara fíggjarviðurskifti eru, men vit gera eina útrokning, har vit taka inntøku og útreiðlur og so rokna vit út, hvussu stórt lánið kann vera og yvir hvussu nógv ár.

Virðið á húsinum skuldi gjarna blivið hægri, tá kjallarin er innrættaður, so eitt metingarfólk kemur at hyggja eftir ognini. 

Tú ert sjálvandi vælkomin at venda tær til okkara við einum ítøkiligum spurningi, so kunnu vit venda tykkara støðu og møguleikum. 

Vinarliga
Lena, leiðari í Ráðgevingartoyminum

Ber tykkum til at ráðgeva mær um hvat er skilabest at gera í mínum føri. Skal eg selja hús míni, sum eru frá 1972. Og viðmæla mær at leiga ella keypa íbúð?

Tað kann vera trupult at geva eitt hóskandi svar uttan neyðugu upplýsingarnar um tína støðu og tínar hugsanir um framtíðina. Eitt er, hvat man hevur ráð til, eitt annað er, hvat man hevur hug til og tørv á.  

Eg fari at viðmæla tær at ringja ella skriva til tín ráðgeva og biða um eitt prát. So kunnu tit saman gjøgnumganga tína støðu, framtíð og hvørjar møguleikar tú hevur.  

Ert tú kundi hjá okkum, kanst tú skriva til tín ráðgeva í netbankanum ella ringja til ráðgevan (tú sært telefonnummarið í netbankanum). Ert tú ikki kundi hjá okkum, vilja vit fegin hjálpa tær kortini. Ring til 330 330 ella skriva til kundi@bankin.fo, so hjálpa vit tær fegin. 

Vinarliga
Lena, leiðari í Ráðgevingartoyminum

Húsasøla

Hvat kann eg fáa fyri eini eldri hús í Skopun?

Miðalprísurin á seldum ognum á Sandoynni í 2025 var áleið 1,4 mió. kr. Ofta er prísurin á eldri ognum eitt sindur lægri enn miðal. 

Tó so eru støddin á ognini, standurin og staðsetingin avgerandi fyri prísin, so tí er trupult at siga ein ítøkiligan prís.

Tú ert tó vælkomin at ringja til mín á 23 44 07, um tú vilt vita meira. 

Vinarliga
Magnus, Ognarmeklari hjá Skyn

Íløgur

Hvussu byrjar man at gera íløgur?

Tað eru ymiskir mátar at gera íløgur upp á: 

  • Vilt tú gera íløgur við pensjónini, so hjálpa vit fegin við hesum. Tú kanst bíleggja ein íløgufund – antin við at skriva til tín ráðgeva í netbankanum ella her
  • Um tú vilt gera íløgur fyri aðra samansparing, so hava vit ein góðan íløgupall til hetta endamálið. Tað er lætt og einfalt at gera:
  1. Skriva til okkara í netbankanum um at stovna eina íløgukontu
  2. Tú fært eina avtalu at undirskriva í netbankanum
  3. Síðani kanst tú keypa títt fyrsta virðisbræv í netbankanum. Tú ritar inn í netbankan og trýstir á «Íløgur».
  • Hevur tú eina størri upphædd, sum tú vilt hava hjálp til at gera íløgur fyri, so ert tú vælkomin at venda tær til okkara.

Ivast tú, so skalt tú endiliga ikki halda teg aftur við at spyrja. Skriva til okkara í netbankanum ella ring 330 330.

Vinarliga
Hjalti, íløguleiðari

Kann man gera íløgur fyri eina lítla upphædd? T.d. 1.200 kr.

Ja, tað kann man væl. Tað er sjálvandi umráðandi at hava í huga, at tess lægri upphæddin er, tess lutfalsliga størri er kostnaðurin.

Harafturat er tað eisini umráðandi at hava í huga, at tú kanst gera íløgur leypandi. Í staðin fyri at gera íløgur fyri nakrar hundrað krónur, kanst tú spara saman til eina størri upphædd, og síðani gera íløgur fyri størri upphæddir leypandi. 

Lat okkum siga, at tú leggur 300 kr. til síðis hvønn mánað, so kanst tú t.d. gera íløgur fyri samanspardu upphæddina hálvahvørt ár ella eina ferð um árið. 

Vinarliga
Hjalti, íløguleiðari

Kunnu tit viðmæla einstøk partabrøv?
Fleiri hava spurt, um vit viðmæla einstøk partabrøv, og tað gera vit ikki. Tað hava vit snøgt sagt ikki loyvi til. Kundar eru ymiskir, og hugburðurin til íløgur eru eisini ymiskir, so tí er umráðandi, at finna eina loysn, sum hóskar til einstaka kundan. 

Ofta mæla vit okkara kundum til at hava stóra spjaðing í íløgunum, langan tíðarkarm og annars eitt váðastøði, sum hóskar til hugburðin hjá kundanum. 

Vilt tú vita meira um íløgur, kanst tú bíleggja íløguprát her

Vinarliga
Hjalti, íløguleiðari

Eg ætli mær at gera íløgur, men skattingin tykist trupul at fáa skil á. Hvar kann eg fáa góða vegleiðing?

Tú kanst kunna teg um skattaviðurskifti á heimasíðuni hjá Taks.

Annars ert tú altíð vælkomin at skriva ella ringja til okkara. 

Vinarliga
Hjalti, íløguleiðari

Eg kundi hugsað mær at givið ommubørnunum eina ávísa upphædd í part, sum bankin kann investera fyri tey, til tey fáa ræðisrætt á pengunum. Er hetta nakað, sum bankin kann gera?

Ja, ommur, abbar og onnur avvarandi kunnu væl geva barninum eina peningagávu, sum bankin síðani setur í íløgur. 

Fyri at gera hetta skalt tú seta teg í samband við tín ráðgeva. Tú fært síðani ráðgeving frá okkum um íløgur, velur váðastøði, og at enda undirskrivar tú eina íløguavtalu í netbankanum. Vit avgreiða restina og seta peningin í íløgur fyri ommubørnini. 

Vinarliga
Hjalti, íløguleiðari

Hvat hendir við mínum depoti um eg doyggi?
Arvingar yvirtaka depotið. Reglurnar eru tær somu við depoti sum við t.d. kontum.

Vinarliga
Hjalti, íløguleiðari

 

Kundi tú hugsað tær eitt prát við ein ráðgeva?

Tú kanst ringja á 330 330 ella skriva til kundi@bankin.fo.