Tekning av nýggjum partabrøvum

Virðisbrævakota(ISIN)           FO0000000179

Heiti:                                    P/F BAKKAFROST

 

Bakkafrost hevur tikið avgerð um at víðka um partapeningin í felagnum. Við støði í tínum samlaða ognarluti tann 26. september 2019, hevur tú rætt til at tekna nýggj partabrøv í P/F BAKKAFROST.


Ynskir tú at tekna nýggj partabrøv, verður tú vinarliga biðin um at senda viðfesta útfyllingarblað aftur í seinasta lagi kl. 10 tann 2. desember 2019.

Tú hevur rætt til 0,028501 partabræv fyri hvørt P/F BAKKAFROST partabræv, sum tú átti pr. 26. september 2019. Hetta svarar til 1 nýtt partabræv pr. 35 partabrøv. Tað er møguleiki fyri yvirtekning. Sí prospekt á heimasíðuni Bakkafrost.com.

Vilt tú brúka tíni keypsrættindi til fulnar, so skriva “FULT” í teigin “Undirritaði/a ynskir at tekna”. Um tú ynskir at tekna minni, so skriva stykkjatal í sama teig.

Kostnaðurin fyri hvørt partabræv er NOK 500,00.

Virðisbrævakotan(ISIN) á nýggju partabrøvunum er FO0000000179.

Dagfestingin, fyri nær nýggju partabrøvini verða tillutaði, er enn ikki kend.

 
Upplýsingarnir eru sendir víðari frá uttanhýsis keldum. Hetta skal tí ikki síggjast sum íløguráðgeving í nevnda partabræv ella sum eitt tilmæli til keyp ella sølu av hesum. Um tú hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við tín ráðgeva.  

 
Kostnaður fyri at tekna er vanligur handilskostnaður. Sí prísbók her.


Tað er tín ábyrgd, at peningurin er tøkur á kontuni, sum er knýtt at goymsluni við Bakkafrost-partabrøvum.

Um henda treyt ikki er lokin tann 2. desember, verður tekningin ikki skrásett.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv