Vegleiðing

Stovna samansparing beinleiðis í netbankanum

Sum nakað nýtt kanst tú nú stovna tína samansparing beinleiðis í netbankanum hjá okkum, júst tá tú hevur hug. Vit eru errin av at ganga á odda og at kunngera enn eitt stig á leiðini í talgildu menningini, sum ger tað lættari at vera kundi. Tær kunnu stovnast á netbankanum ella beinleiðis frá heimasíðuni. Hetta er galdandi fyri Samansparing+, sum ikki er bundin, og fyri Samansparing 3 mánaðir og samansparing 12 mánaðir. Tú kanst lesa meira um ymisku samansparingarnar á heimasíðu okkara: Trýst her

 

Stig 1.

  • Rita inn í netbankan
  • Far til "Valmynd" og vel "Stovna samansparing"
stig1. stovna samansparing

Stig 2.

  • Tú kanst geva kontuni eitt navn ella velja at leypa hetta stigið um við at trýsta á Stovna við Samleikanum
  • Skriva undir við Samleikanum
stig 2. ttrýst á stovna samansparing

Stig 3.

Kontan sæst á tínum netbanka stutt eftir, at kontan er stovnað

Kvittan fyri at stovna samanspring