Gjaldoyrahandil við gildistíð (valutatermin)
Í gjaldoyrahandli við gildistíð verður handlað við einum gjaldoyra ímóti einum øðrum gjaldoyra. Ein handil við gildistíð er ein bindandi avtala millum fyritøkuna og BankNordik um keyp/sølu av einari upphædd í einum gjaldoyra móti gjaldi í einum øðrum gjaldoyra ein ávisan dag frammi í tíðini ella tíðarskeiði.
Handil við gildistíð gevur tær:
- Ein smidligan gjaldoyradekning
- Møguleika fyri at betra títt gjaldføri
- Kendan avrokningarkurs
Tað merkir fyri teg, at:
- Tær ikki nýtist at kenna nágreiniliga tíðspunktið fyri tínar inn- og útgjaldingar fyri at fremja handil við gildistíð.
- Tú bindur ikki pening í gjaldoyra, áðrenn tað er neyðugt
- Kostnaðurin fyri at dekka tín gjaldoyraváða verður avmarkaður mest møguligt