Click to Pay

Click to Pay

Click to Pay er ein talgildur gjaldsháttur, sum kann brúkast, tá ið tú keypir á netinum.

Við Click to Pay kanst tú rinda skjótt, trygt og uttan at skriva kortupplýsingar, hvørja ferð tú rindar. Tú skalt bert skráseta gjaldskortið eina ferð, og næstu ferð tú keypir á netinum, sum loyvir Click to Pay, velur tú kortið við at trýsta á tað.

Tú kanst rita inn á tín Click to Pay-vanga her.

 

Soleiðis kemur tú í gongd:

  • Rita inn í netbankan
  • Vel "Valmynd" 
  • Vel "Míni kort" og vel síðani tað kortið, sum tú vilt skráseta
  • Trýst á Click to Pay
  • Fylg vegleiðingini
Hvat er Click to Pay?

Tá ið tú skrásetir títt kort í Click to Pay, verða tíni sambond, bústaður og tínar kortupplýsingar goymd í Click to Pay-vanganum hjá Mastercard. Eftir hetta kanst tú brúka Click to Pay í teimum nethandlum, sum brúka Click to Pay (hetta er upplýst á heimasíðu teirra). Tá tú rindar skalt tú einans skriva tína teldupostadressu fyri at rita inn og møguliga eitt einnýtisloynital fyri at vátta.

Hví skal eg brúka Click to Pay?

Click to Pay ger tað einfaldari og tryggari at keypa á netinum. Minst til at tínar kortupplýsingar ikki verða latnar víðari til handilin, sum tú keypir frá.

Hvussu riggar Click to Pay?

Tá ið tú sært Click to Pay-ímyndina í nethandlinum – hetta sært tú, tá ið tú skalt rinda – kanst tú rita inn við at skriva tína teldupostadressu ella títt telefonnummar. Tú kanst rinda við teimum kortum, sum tú hevur skrásett í Click to Pay. Viðhvørt krevst eitt einnýtisloynital fyri at vátta keypið.

Er Click to Pay bert ætlað keypi á netinum?
Ja, Click to Pay riggar einans, tá ið tú keypir á netinum.
Hvørji kort kann eg skráseta í Click to Pay?
Í fyrstu atløgu er talan bert um Masterkort. Seinni verður eisini møguligt at skráseta Visakort. 
Nær kann eg brúka Click to Pay?

Tá ið tú sært Click to Pay-ímyndina á heimasíðuni hjá ávísa handlinum. Ímyndin er at síggja á síðuni, tá ið tú skalt rinda.

Minst til at tað eru ikki í øllum nethandlum, at tað riggar at rinda við Click to Pay.  

Fái eg broytt mínar upplýsingar? T.d. mín útflýggjanarbústað ella mítt telefonnummar?
Ja, tú kanst væl broyta tínar upplýsingar. Hetta gert tú við at rita inn á Click to Pay-vangan.
Kann eg broyta mínar Click to Pay-upplýsingar í netbankanum?
Nei, tað ber ikki til – tú kanst einans broyta upplýsingarnar í sjálvum Click to Pay-vanganum. 
Hvussu striki eg mítt kort í Click to Pay?
Tú kanst altíð strika títt kort í Click to Pay. Hetta gert tú á vanganum ella í tínum netbanka. Legg til merkis, at tá ið tú hevur strikað kortið, verður vangin verandi tøkur, skuldi tú angrað, soleiðis at tú kanst skráseta kortið aftur. Um tú heilt vilt strika vangan, so skalt tú ikki bara strika kortið, men sjálvan vangan. 
Kann eg skráseta fleiri kort?
Ja, tú kanst skráseta so nógv Masterkort, sum tú hevur. Seinni eisini Visa/Dankort.
Kann eg skráseta kort hjá t.d. makanum?
Nei, tú kanst einans skráseta tíni egnu kort. Click to Pay-vangin er persónligur.
Hvussu striki eg mín Click to Pay-vanga?
Tað gert tú inni á Click to Pay-vanganum. Tá ið tú strikar vangan, strikar tú samstundis eisini allar tínar upplýsingar.
Eru mínar upplýsingar tryggar á Click to Pay?
Ja, upplýsingarnar eru bronglaðar á sama stigi, sum tá ið tú skrásetir kortið hjá tær í t.d. Wallet, Apple Pay og Google Pay.
Hvat geri eg, um eg havi broytt mína teldupostadressu?

Um tú framvegis hevur atgongd til tína gomlu teldupostadressu, kanst tú rita inn í Click to Pay og strika vangan. Síðani kanst tú stovna ein nýggjan vanga og velja nýggju teldupostadressuna. 

Tað er bara gjørligt at skráseta kort í netbankanum.