Keyp trygt á netinum
Tá ið tú keypir við gjaldskorti á netinum, verður tú biðin um at tøppa inn eitt 3D Secure loynital, ið er ein eyka trygd hjá tær, sum keypir á netinum. 3D Secure er eitt felags heiti fyri ”Verified by Visa”, ”Mastercard ID Check” og "Dankort Secure by Nets".
Alsamt fleiri nethandlar hava sett í verk 3D Secure til tess at fyribyrgja misnýtslu av gjaldskortum, og síðani januar 2017 hevur 3D Secure verið eitt krav, tá ið keypt verður við Dankorti á netinum. Hetta virkar á tann hátt, at mann fær eitt SMS-einnýtisloyniorð at tøppa inn, tá mann keypir við kortinum á netinum.
Frá 12. februar 2024 er tað eisini eitt krav at hava eitt persónligt loyniorð afturat SMS-einnýtisloyniorðinum. Tá tú nýtir gjaldskortið í einum nethandli fyri fyrstu ferð aftaná 12. februar 2024, verður tú biðin um at stovna tær eitt persónligt loyniorð og skráseta títt telefonnummar. Hetta hendir, tá ið tú skalt góðkenna fyrsta keypið. Tú verður bara biðin um at stovna loyniorðið og skráseta telefonnumarið eina ferð. Tó ber til at broyta bæði loyniorð og telefonnummar eftir tørvi. Gjaldskortið riggar annars sum vant.
Loyniorðið skal stovnast á heimasíðuni hjá Nets: nets.eu/3dsfo.
Tú skalt brúka samleikan til at stovna loyniorðið, og tú verður biðin um at stovna eitt loyniorð fyri hvørt gjaldskort. Til ber at hava sama loyniorð til fleiri kort.